Bátahylurin á Tvørabakka skal nú dagførast

Hvalbiar kommuna hevur bjóðað sær at hýsa bátum, meðan arbeitt verður við at dagføra bátahylin á Tvørabakka.

Nú Tvøroyrar kommuna hevur gørt av at dagføra bátahylin á Tvørabakka, kemur hetta at órógva umstøðurnar at hava bát liggjandi í bátahylinum í umleið 10 vikur. 

 

- Í fyrsta umfari mugu allir bátar á norðari síðu í bátahylinum flytast, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

Víst verður á, at arbeiðið at dagføra bátahylin byrjar mánamorgunin hin 15. august, og í fyrsta byggistigi verða gomlu brúgvarnar í norðaru síðu skiftar. 

 

Tí er alneyðugt, at allir bátar á norðari síðu verða fluttir fyri mánamorgunin komandi.

 

- Eftir at arbeiðið á norðari síðu er liðugt um einar 4-6 vikur - ella møguliga fyrr - verður byrjað á sunnari síðu. Tá mugu so allir bátar á sunnaru síðu flytast.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at bátaeigarar, sum eiga neyst, verða bidnir um at draga bátin, og eigarar av smærri bátum kunnu taka bátin til hús - ella seta hann á økið við gomlu bedingina í Trongisvági.

 

- Avmarkað pláss er í Súpanarvíkini til umleið fýra av teimum størru bátunum, sum ikki hava aðrar møguleikar at liggja. Um hetta ikki er nóg mikið, hevur Hvalbiar kommuna bjóðað Tvøroyrar kommuna at vísa til bátahylin í Hvalba, meðan arbeiði á Tvørabakka fer fram.

 

Lagt verður aftrat, at arbeiðið við bátahylin á Tvørabakka helst kemur at fevna um í minsta lagi 6-10 vikur, og í kommununi heita tey á bátaeigarar um at vísa tolsemi.

 

Tað er Tvøroyrar kommuna, sum skipar fyri arbeiðnum, og um neyvari kunning ynskist, ber til at venda sær til kommununa um leiðbeining.

 

##med2##