- Tá bátahylurin er tómur, verður farið undir at taka leysa tilfarið upp. Talan verður helst um einar 15.000 rúmmetrar av tilfari, sigur Bjørg á Rógvi, borgarstjóri. Mynd: Birgir W. Høgnesen

Bátahylurin skal dýpast og fær nýggjar brúgvar

- Bátahylurin er ikki tømdur í nógv ár, og nú er so nógvur sandur og leyst tilfar inni í hylinum, at hann í støðum er vorðin alt ov grunnur, sigur Bjørg á Rógv

 

- Tá bátahylurin er tómur, verður farið undir at taka leysa tilfarið upp. Talan verður helst um einar 15.000 rúmmetrar av tilfari, sigur Bjørg á Rógvi, borgarstjóri. Mynd: Birgir W. Høgnesen

Allir bátarnir, sum hava ligið í bátahylinum Inni á Fjørð í Vestmanna, eru nú fluttir úr hylinum og lagdir við brúgvarnar, sum vórðu lagdar út í samband við bátastevnuna herfyri.

 

Kommunan hevur avtalað við bátastevnunevndina, at brúgvarnar vera liggjandi til seinni í summar, tá arbeiðið við bátahylinum Inni á Fjørð er liðugt, og bátarnir kunnu leggjast í hylin aftur.

 

Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna kommunu sigur, at tað, sum kommunan nú er í holt við, er, at tøma bátahylin  fyri sand og leyst tilfar, sum við árunum er komið oman við ánni og er endað í bátahylinum.

 

- Bátahylurin er ikki tømdur í nógv ár, og nú er so nógvur sandur og leyst tilfar inni í hylinum, at hann í støðum er vorðin alt ov grunnur. Eitt nú kundi innasta brúgvin í bátahylinum ikki brúkast, tí her er ov grunt. 

 

Hon vísir á, at nú bátahylurin er tómur, verður farið undir at taka leysa tilfarið upp, og metingarnar siga, at talan verður um einar 15.000 rúmmetrar av tilfari.

 

- So, hetta eru ikki smávegis nøgdir, sum tosað verður um, leggur hon aftrat.

 

Tá arbeiðið at tøma hylin er liðugt, verður gjørt klárt til at leggja nýggjar bátabrúgvar út. Kommunan hevur keypt nýggjar bátabrúgvar, sum liggja klárar á havnalagnum.

 

Bjørg á Rógvi vísir á, at homlu brúgvarnar vóru ikki brúkligar meira, og berievnini vóru vánalig.

 

- Eg vænti, at arbeiðið at dýpa bátahylin og leggja nýggju brúgvarnar út verður liðugt tíðliga í heyst, og tá fara vit so eisini at taka brúgvarnar hjá bátastevnunevndini uppaftur.

 

Borgarstjórin sigur, at SEV, sum brúkar vatnið oman fyri Vestmanna, rindar helvtina av tí, sum sjálv dýpingin av bátahylinum kostar.

 

- Á fíggjarætlanini hjá kommununui fyri 2024 eru tilsamans 9,4 milliónir krónur til íløgur, harav bátahylurin í krónum er hin størsta einstaka verkætlanin.

Bjørg á Rógvi leggur aftrat, at sjálv dýpingin kostar umleið 2,8 milliónir, sum SEV so rindar helmingin av, og bátabrúgvarnar kosta umleið tríggjar milliónir krónur.

 

 

- Tá bátahylurin er tómur, verður farið undir at taka leysa tilfarið upp. Talan verður helst um einar 15.000 rúmmetrar av tilfari, sigur Bjørg á Rógvi, borgarstjóri. Mynd: Birgir W. Høgnesen