##med2##
Regatta er í Hósvík hetta vikuskiftið.
FM1 sendir sendingina Bátaradio í samband við Regatta, og Vilmund D. Jacobsen er eins og undanfarnu árini bátaradioreportari hjá FM1.
Vilmund D. Jacobsen var eisini umborð á bátinum Edelweiss. Umborð á Edelweiss fekk Vilmund eitt gott prát við hjúnini, Birnu og Hans Paula Larsen.
##med3##
Vilmund fekk eisini orðið á Zacharias "Zaggi" Hansen, ið saman við Hans Paula Larsen borðreiddi við lívgandi harmonikutónum. Zaggi og Hans Pauli spældu norsku harmonikutravarnar "Amanda fra Haugesund" og "Hvalfangervalsen" fyri lurtarunum hjá FM1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar og góðu harmonikutónarnar.