##med2##
Fyrsta bátastevnan, Bátafestivalurin á Toftum er í dag.
Sum vant sendir FM1 beinleiðis frá tiltakinum. Vilmund D. Jacobsen er umborð á ymiskum bátum fyri at práta við ymisk bátafólk.
Fyrstu samrøðurnar Vilmund gjørdi var umborð á "Bellu". Vilmund prátaði við hjúnini Beintu og Rúna við Streym. Rúni sum er burtur stóran part av árinum fyri at arbeiða á boripalli í Norðsjónum er glaður fyri høvið at vera við til Bátafestivalin hesaferð.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Vilmund gjørdi við Beintu og Rúna við Streym.
##med3##