Bátastevna í tveir dagar

Bátastevnan í Vestmanna verður hildin 16. og 17. mai

 

 

Í tíðindaskrivi siga fyriskipararnir, at skipað verður fyri nógvum tiltøkum fyri bæði børnum og vaksnum.

 

Fríggjadagin verður ymist undirhald fyri børn. Um kvøldið verða konsertir í stóra tjaldinum har kendir tónleikarar luttaka, eins og skipað verður fyri matsølu v.m. í tjaldinum.

Leygardagin verður suppa at fáa aftaná á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður ymiskt at fáa til matna í tjaldinum á keiøkinum. Barnatiltøk við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti og øðrum verður leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í tjaldinum.