Battle of North verður í september

Bogi Hammer hevur almannakunngjørt dagin, tá heimsins sterkasti maður fer at kappast við sterkar føroyingar og aðrar sterkar menn við

Tað var endaspurturin hjá Boga Hammer, tá hann í fjør skipaði fyri Battle of the North. Sjálvur segði Bogi tá, at hóast hann neyvan fór at taka lut í hesi kapping aftur sjálvur, so var kappingin komin fyri at vera.

 

Áður hevur Bogi Hammer sagt, at heimsins sterkasti maður, Zydrunas Savickas, verður millum teirra, sum tá taka lut í kappingini, og nú er áset, júst nær kappingin verður. Hetta verður leygardagin 12. september, skrivar Bogi á Facebook-vanga sínum.

 

Zydrunas Savickas úr Litava hevur heitið sum sterkastur í heiminum, og hetta heitið hevur hann vunnið ikki færri enn fýra ferðir.