Bayern bankaði aftur Barcelona

Champions League: Tað bleiv gott nokk ikki 8-2, men munurin er risa stórur millum Bayern Munchen og FC Barcelona

Fyrra hálva av fyrsta umfari í Champions League bólkaspælinum hevur verið í kvøld. Bayern Munchen bankaði enn eina ferð FC Barcelona. Hesa ferð 3-0, men tað kundi verið mangt slíkt. Fyrr í kvøld tapti Manchester United púra óvæntað fyri Young Boys.

 

Bólkur E:

Tíðin hjá FC Barcelona í elituni í Evropa er fyribils farin. Í fjør endaði tað 8-2 til Bayern Munchen, tá liðini møttust í Champions League endaspælinum. Munurin á vøllinum var eins stórur á Nou Camp í kvøld, men máltalvan sigur bara 3-0.

 

Bayern Munchen er millum favorittarnar at vinna kappingina, og tað vístu teir eisini við 3-0 sigrinum í kvøld. Robert Lewandowski skoraði tvær ferðir. FC Barcelona hevur ikki síðani felagið keypti Ronaldinho í 2003 spælt ein so vánaligan dyst við bóltinum.

 

Eitt er saknurin í Lionel Messi, sum í annaðkvøld skal spæla við Paris Saint Germain, men FC Barcelona er ikki at kenna aftur við fótbóltsspælinum. Bayern Munchen hevur hildið fast í sínum góðum dygdum frá tveimum teimum seinastu árunum og vann uppiborið.

 

Støðan E:

 

  1. Bayern Munchen 3
  2. Benfica 1
  3. Dynamo Kiev 1
  4. FC Barcelona 0

 

Bólkur F:

Eftir at Manchester United fyrr í kvøld tapti 2-1 móti Young Boys, so bleiv skaðin ikki verri enn, at Villarreal og Atalanta spældu javnleik 2-2. Tí er enn tætt millum liðini í bólkinum.

 

Støðan F:

1. Young Boys 3

 

2. Atalanta 1

 

3. Villarreal 1

 

4. Manchester United 0

 

Bólkur G:

 

Tað komu heili fýra brotsspørk og eitt reytt kort í dystunum millum Sevilla og eysturríska Red Bull Salzburg. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir at gestirnir úr Eysturríki brendu tvær ferðir úr ellivu metrum.

 

Red Bull Salzburg fekk trý brotsspørk, men megnaði bara at umseta tað eina. Tað skoraði Luka Sucic, men sami maður brendi seinni. Sevilla fekk eisini eitt brotsspark, sum Ivan Rakitic umsetti til mál. Sevilla fekk Youssef En-Nesyri útvístan bra fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Lille og Wolfsburg spældu málleysan javnleik.

 

Støðan:

1. Sevilla 1

 

2. RB Salzburg 1

 

3. Lille 1

 

4. Wolfsburg 1

 

Bólkur H:

Favorittarnir úr Chelsea og Juventus vunnu sínar dystir í fyrsta umfarinum. Chelsea vann 1-0 á Zenit á Stamford Bridge. Romelu Lukaku skoraði málið. Juventus vann 3-0 í Svøríki á Malmø.

 

Støðan:

 

  1. Juventus 3
  2. Chelsea 3
  3. Zenit 0
  4. Malmø 0