Bayern ella Real fella í kvøld

(Upptakt) Gareth Bale er klárur til dystin, sum Bayern Munchen skal vinna

Í kvøld verður seinna hálvfinalan millum Bayern Munchen og Real Madrid í Champions League kappingini. Verandi Champions League vinnarnir úr Bayern Munchen skulu vinna í kvøld, um teir skulu hava nakran møguleika at skriva søgu, og verða fyrsta felagið, ið endurvinnur Champions League steypið.

 

Real Madrid vann fyrra dystin 1-0 við máli, sum Karim Benzema skoraði. Bayern Munchen hevði bóltin nógv, men tað gekk strilti at fáa umsett tað til málmøguleikar. Real Madrid vardi hinvegin langt afturi á vøllinum og spældi uppá mótálop.

 

Bale er tøkur

 

Til fyrru hálvfinaluna var stóri spurningurin hvørjum standi Cristiano Ronlado var í. Tað endaði við, at hann byrjaði inni, meðan Gareth Bale heldur óvæntað sat á bonkinum. Walisin hevði verið sjúkur og var slett ikki við um vikuskiftið, tá Real Madrid vann á Osasuna í La Liga.

 

Cristiano Ronaldo tóktist ikki vera upp á sítt besta til fyrru hálvfinaluna. Gareth Bale sigur sjálvur, at hann er klárur og tøkur til dystin í kvøld, men spurningurin er so um Gareth Bale verður við frá byrjan.

 

Ribery er lykilin fyri Bayern

 

Franck Ribery hevur verið fyri atfinningum fyri avrikið í Madrid fyri eini viku síðan. Hann er kosin til besta spælaran í Evropa farna ár, men megnaði ikki at seta sín dám á dystin, tá Bayern Munchen hevði mest brúk fyri honum.

 

Pep Guardiola, venjari hjá Bayern Munchen, hevur undan dystinum sagt, at avrikið hjá fraklendinginum um vikuskiftið vísir, at hann er til reiðar til dystin í kvøld. Katalanski venjarin segði somuleiðis, at hann ikki heldur at Real Madrid fer at spæla verjukendan fótbólt í alt kvøld, hóast Real Madrid kann liva við einum málleysum javnleiki.

 

Bayern Munchen verður uttan Daniel Buyten, men annars eru allir mans tøkir.

 

Champions League hálvfinalur:
Í kvøld:

Bayern Munchen (0) – (1) Real Madrid (19.45)

Í morgin:
Chelsea (0) – (0) Atletico Madrid (19.45)