Bayern vórðu eyðmýktir

Russiska liðið, Zenit Sankta Pætursborg er í UEFA Cup-finaluni, sum verður leikt á City og Manchester Stadium 14. mai. Zenit vann knúsandi 4-0 stórsigur á stjørnunum úr Bayern München í gjárkvøldið. Hálvleiksstøðan var 2-0. Fyrri dysturin á Allianz Arena í München endaði við javnleiki 1-1, og gjørdist sostatt talan um samlaðan 5-1 sigur til russiska liðið. Longu í 5. minutti legði Pavel Pogrebnyk Zenit á odda 1-0. Í 39. minutti økti Konstantin Zyrianov til 2-0. Zenit legði aftur hart út í 2. hálvleiki, og longu í 53. minutti skoraði Victor Fayzulin til 3-0, og stórt korter fyri leiklok endaði Pavel Pogrebnyk málveitsluna í Sankta Pætursborg, tá hann setti eitt dundurskot í netið hjá Oliver Kahn. Talan var um seinasta dystin hjá Oliver Kahn á altjóða pallinum.