BBC hevur keypt TROM

Bretar sleppa eisini at fylgja við í føroysku sendirøðini um Hannis Martinsson

Tað tykist vera stórur áhugi fyri føroysku sendirøðini hjá Torfinni Jákupsson, TROM. Nú er greitt, at stóra bretska sjónvarpsstøðin BBC hevur keypt sær rættindi til at vísa spenningsrøðina um Hannis Martinsson.

 

– Vit eru ovurfegin og errin av, at BBC er komið við umborð, sigur Helene Aurø, sølu- og marknaðarleiðari hjá REinvent Studios, ið arbeiðir við at marknaðarføra og selja sendirøðina. Hetta sigur hon við miðilin Variety.

 

– BBC hevur áður víst nakrar av bestu norðurlendsku sendirøðum, og vit vóna, at TROM verður ein súksess eisini. Vit síggja fram til at vísa sendirøðina fyri bretsku áskoðarafjøldini, sigur hon við miðilin.

 

Torfinnur Jákupsson, ið hevur skrivað handritið, vónar, at TROM kann vera við til at markera Føroyar á filmiska heimskortinum.  

 

– Tað var altíð ætlanin og ambitiónin, at hendan røðin ikki skuldi bert sýnast í Føroyum, men eisini runt um heimin, og tað verður hon so nú, sigur Torfinnur Jákupsson, tá vit herfyru spurdu hann um ambitiónirnar við sendirøðini.

 

Um nýggja BBC-keypið sigur hann soleiðis:

 

– Hetta er ein annar dreymur, sum nú er vorðin veruleiki.

 

TROM verður víst á Viaplay hin 13. februar. Hevur tú ikki sæð trailaran enn, so kanst tú síggja hann her:

 

##med2##