BBC: - Ísrael fremur miðvísa oyðilegging í Gaza

- Talan er bæði um bygningar, sum longu vóru oyðilagdir og bygningar, sum stórt sæð sóu út til at vera heilir, veit BBC at siga

 

Ísrael hevur miðvíst knúst fleiri túsund bygningar í Gazageiranum, síðan vápnahvíldin við Hamas varð brotin í mars.

 

Tað vísir ein gjøgnumgongd, sum BBC hevur gjørt.

 

BBC hevur við fylgisveinamyndum avdúkað oyðileggingar í fleiri økjum, sum ísraelski herurin sigur seg hava eftirlitið við.

 

Sagt verður, at stórir partar av hesi oyðilegging eru framdir við ætlaðum og miðvísum spreingingum.

 

- Talan er bæði um bygningar, sum longu vóru oyðilagdir og bygningar, sum stórt sæð sóu út til at vera heilir, veit BBC at siga.

 

Oyðileggingarnar fevna bæði um háhús, skúlar og undirstøðukervið í Gazageiranum annars.

 

Eitt talsfólk fyri ísraelska herin sigur í samband við tíðindini hjá BBC, at ísraelsku atsóknirnar eru í samsvari við fólkarættin.

 

- Tað er Hamas, sum krógvar hernaðarútbúna í sivilum økjum í Gazageiranum, sigur talsfólkið.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur BBC fyri hesi ber tíðindi í morgun.