BBR tekur sær av øllum bilmerkjum

- Vit hava nógv og góð viðskiftafólk, sum vitja aftur, tá okkurt skal gerast við bilin. Vit gera allar vanligar mekaniskar umvælingar, oljuskift, dekkskift, sporing, og vit gera eisini umsýn, sigur Bogi Rasmussen, stjóri.

 

BBR Service, sum er vakri bygningurin á adressuni Skriðugøta 18 á Lambareiði, er ein fyritøka, sum leggur stóran dent á at hava nøgd viðskiftafólk.  

- Vit stremba altíð eftir at veita allarbestu tænastu og at halda tær tíðir, sum eru avtalaðar, um einki óvæntað stingur seg upp.

Tað sigur Bogi Rasmussen, stjóri í BBR Service.

- Á verkstaðnum hava vit nýggjastu útgerð, sum er á marknaðinum, og vit halda okkum altíð dagførdar.

 

Umvæla øll bilmerki

BBR Service hevur teldur, testarar og onnur framkomin tól og amboð, soleiðis at viðskiftafólk altíð kunnu kenna seg trygg við at koma á verkstaðið á Lambareiði.  

- Vit hava nógv og góð viðskiftafólk, sum vitja aftur, tá tørvur er, og okkurt skal gerast við bilin.  

BBR Service tekur sær av øllum bilmerkjum.

- Vit gera allar vanligar mekaniskar umvælingar, oljuskift, dekkskift, sporing, og vit gera eisini umsýn, sigur Bogi Rasmussen.

 

Um BBR Service 

Á heimasíðan hjá BBR Service www.bbr.fo fæst meira at vita um fyritøkuna, og telduposturin er [email protected].

Fyritøkan hevur eisini Facebook-vangan við navninum BBR Service.

- Øll eru vælkomin at venda sær til okkara, og vit eru altíð til reiðar at geva óbindandi tilboð upp á tað, sum skal gerast við bilin, sigur Bogi Rasmussen, stjóri í BBR Service.

 

Nútímans verkstaður

Fyritøkan hevur røtur aftur til 1996. 

Fyrstu 11 árini varð húsast undir trongum umstøðum við Løkin í Runavík, men í 2007 flutti BBR Service í nútímans verkstaðsbygningin á Lambareiði.