Tónleikatiltak
Vágar:Størsta Beatles tiltakið í Føroyum nakrantíð verður sum ætlað á Giljanesi leygarkvøldið, hóast verkfall er.
Bólkarnir, sum fara at luttaka við løgum hjá Beatlunum hava vant eina tíð til hetta stóra tiltakið. Umframt verður so eisini plátuvendari, sum fer at leggja sololøg hjá teimum ymsu Beatlunum á spælaran.
Tey trý orkestrini hava lagt neyva skrá, sum spælt fer at verða eftir, eftir sum løgini eru vorðin til.
Fyrstir verða teir, sum nevna seg Ják' upsa skegg, við løgum sum I Saw Her Standing There, Eight Days A Week, Yesterday, Help, A Hard Days Night, I Want To Hold Your Hand og eini rúgvu afturat.
Síðan er tað All That Rain, sum fara at spæla ikki minni kend Beatlesløg. Teirra millum eru løg sum Yellow Submarine, Nowhere Man, Run For Your Life, Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band og nógv onnur.
Seinastir eru Showmen, sum taka tey nýggjastu Beatlesløgini. Teirra millum finnast Hello, Goodbye, eins og Penny Lane, Let It Be, Ob-la-di, Ob-la-da, Back In USSR og ikki at gloyma Hey Jude.
Titakið byrjar klokkan 23.00 leygarkvøldið og endar sunnumorgunin klokkan hálvgum fýra við felagssangi, har sungið verður All You Need Is Love.