Eftir enn eitt tap í superliguni í gjár, gav Esbjerg venjaranum Troels Bech sekkin. Tað hevur gingið sera illa hjá Esbjerg seinastu tíðina, og liðið er í botninum í superliguni. Sessurin hevur brent undir Troel Bech í eina tíð, og nú var tolið hjá leiðsluni uppi. Fram til ársskiftið verður tað hjálparvenjarin Jess Thorup, sum hevur ábyrgdina av liðnum. Troels Bech er upp á til starv í norskum felag.