Í gjár fylti ein av kendu persónunum í Danmark, og í donsku rocksøguni, 70 ár. Talan er um tónleikaran Franz Beckerlee.
Kendur gjørdist Franz Beckerlee á okkara leiðum, eftir at hann í 1969 stovnaði bólkin Gasolin, saman við Kim Larsen og Willy Jønsson. Bólkurin gjørdist nógv størsta navnið í rockhøpi í sjeytiárunum, og navnið livir enn millum tey stóru í donsku rocksøguni.
Beckerlee byrjaði sum altsaxofonleikari og spældi jazz. Hugtikin var hann tó av Jimi Hendrix og fór tí at royna seg á guitaranum..
Tá Gasolin gavst, eftir gullár á toppinum í mong ár, broyttist gerandisdagurin hjá Beckerlee, og hann kom innar á socialkontórið við kendu orðunum: Tað gongur upp og niður í showbizz!
Seinni hevur hann roynt seg sum rithøvund, men uttan stórvegis viðrák.
Beckerlee spældi í nøkur ár við í Christianhavns Blues Band við Lone Kellermann, og eisini gamla Gasolin trummuleikaranum Søren Berlev.
Í dag er tónleikurin lagdur tilsíðis, og Beckerlee fæst við list, installatiónslist og málningar, sum í hesum døgum eru at síggja á Albrechtsens Galleri í Keypmannahavn.