Beckham amerikanskur meistari

David Beckham takkar fyri seg í LA Galaxy við einum gullheiðursmerki um hálsin. LA Galaxy vann í nátt 3-1 á Houston í MLS finaluni um amerikanska meistaraheitið.

 

David Beckham hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram í LA Galaxy. Í fjør vann hann sítt fyrsta meistaraheitið. Finalan í ár var eins og í fjør móti Houston.

 

Tað var Houston, sum kom á odda, men tá ein hálvur tími manglaði javnaði Omar Gonzalez við stútara. Fimm minuttir seinni legði Landon Dovovan LA Galaxy á odda við brotssparki. Í yvirtíðini staðfesti Robbie Keane sigurin og gullheiðursmerki við enn einum brotssparki.

 

Hetta er seinasti dysturin hjá 37 ára gamla David Beckham, sum skifti til LA Galaxy í 2007.