FÓTBÓLTUR
Leygardagin spældi Ongland venjingardyst ímóti Slovakia. Ongland vann 4-0, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Stórsigurin kom tó at standa í skugganum av, at David Beckham tók metið frá Bobby Moore, sála, sum var útispælarin, sum hevði spælt flest landsdystir fyri Ongland.
Gamla metið hjá Bobby Moore var 108 landsdystir, men metið reyk, tá David Beckham kom inn í øðrum hálvleiki, fyri at spæla sín landsdyst nummar 109.
David Beckham fekk tíð til annað, enn at sóla sær í metinum. Hann legði eina neyva og góða sending inn til Wayne Rooney, sum skoraði til 2-0. Wayne Rooney skoraði eitt mál aftrat, meðan Emile Heskey og Frank Lampard skoraðu hini bæði málini.
David Beckham manglar tó enn 17 landsdystir, áðrenn hann tekur metið hjá gamla enska landsliðsmálverjanum, Peter Shilton, sum spældi 125 landsdystir fyri Ongland.