Beijing fyrireikar seg aftur til lívið

- Eg kenni meg lættari, nú revsitiltøkini eru linkað. Hetta hevur verið okkara ynski leingi, segði ein ung kvinna, sum mótmælti í Kina seinasta fríggjadag.

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er fremstur í røðini, við minnisløtuna fyri undanmanni sínum, Jiang Zemins.

Eftir einari røð av mótmælum í Kina í samband við koronu-avmarkingar, fyrireikar kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, seg nú aftur til lívið. 

 

- Kanska er hetta fyrsta stigið at lata samfelagið uppaftur eftir farsóttina, sigur 27 ára gamli, Hu Dongxu, við tíðindastovuna Reuters, tá hann setir kortið í fyri at sleppa inn á eina tokstøð í Beijing í morgun.

 

Higartil hevur verið neyðugt hjá honum at hava eina negativa covid-19 váttan fyri at sleppa inn. Seinastu dagarnar hava ein røð av býum í Kina linkað um sera strongu koronu-tiltøkini í landinum.

 

Í høvuðsstaðnum Beijing sleppa fólk nú undan at vísa koronu-váttan fyri at fara inn á frílendisøki og keypsmiðstøðir, og nú er heldur ikki neyðugt longur at vísa negativa koronu-váttan á flogvøllinum.

 

Líknandi linkingar eru nú eisini galdandi í fleiri øðrum kinesiskum býum, eitt nú Shanghai, Wuhan, Chongqing, Shenzhen og Urumqi.

 

Beijing fyrireikar seg nú aftur til lívið, skrivar ávísin hjá kommunistaflokkinum, China Daily, í einari yvirskrift. 

 

Fólkið í Kina hevur stríðst fyri, at landið fór at linka strongu avmarkingarnar, sum hava verið galdandi, og í stórbýum kring alt Kina hava fólk vísti sína ónøgd við koronu-avmarkingarnar.

 

Nøkur fólk hava eisini kravt, at forsetin, Xi Jinping, legði frá sær. 

 

Ein ung kvinna, sum fríggjadagin mótmælti revsitiltøkunum í Kina, segði við BBC, at hon ongantíð áður hevur upplivað nakað slíkt í sínum lívi.

 

- Eg kenni meg lættari, nú revsitiltøkini eru linkað. Hetta hevur verið okkara ynski leingi, legði hon aftrat í samrøðuni við Reuters.

 

 

 

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er fremstur í røðini, við minnisløtuna fyri undanmanni sínum, Jiang Zemins.