Í gjár vann NSÍ trivaligan 6-2 sigur á útivølli ímóti TB. Gestirnir við Stórá í Trongisvági vóru frammanfyri 6-0, áðrenn TB tvær ferðir svaraði aftur. Síðstu 20 minuttirnar skoraðu Nikolei Johannesen og Mohamed Samba, sum var liðformaður, nú Ragnar Joensen var leikbannaður.
NSÍ skifti Brandur Hendriksson Olsen og Klæmint A. Olsen út miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið støðan var 5-0.
Hjá NSÍ kom tað illa við, at miðvallarin Beinir Nolsøe beinanvegin noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur. Talan er um vøddaskaða av tí slagnum, sum fyrr í ár hevur argað. Tað plagar at taka vikur at koma fyri seg, tá ið vøddaskaði argar, og tí verður Beinir Nolsøe neyvan tøkur, tá ið NSÍ hósdagin fer at spæla í Europa Conference League ímóti finska HJK í Klaksvík.
Tá ið Klæmint A. Olsen í 19. minutti og eftir innlegg úr vinstru frá Aron Knudsen stútaði til 1-0, tóktist hann í samanbresti við Nikolei Johannesen at fáa ilt fyri bringuna. Tíbetur sá tað ikki út til, at hetta darvaði stórvegis, og Klæmint verður eftir øllum at døma oddamaður, tá ið NSÍ fer í europeiska eldin.
Michal Przybylski, sum avloysti Beinir Nolsøe, økti um munin til 2-0 í 28. minutti. Tað var eftir innlegg frá Fabian Ness. Aron Knudsen skoraði til 3-0 eftir málverjukiks, og stutt undan steðginum átti Brandur H. Olsen fína uppleggið, tá ið Emil Weihe Joensen skoraði til 4-0. Emil hevur seinastu ferðirnar verið á beinkinum, men í gjár var hann eyðsýndur miðvallari.
Eitt korter eftir steðgin økti Aron Knudsen um munin til 5-0. Hann hevur av álvara vunnið fast pláss á liðnum, og nú hevur hann skorað sjey mál í ár. Jann J. Benjaminsen var á vongverjanum í høgru, og hann økti um munin til 6-0.
TB liðið var í rættiliga ungari útgávu. Miðalaldurin var lítið yvir 20 ár. At tað var neyðugt við nýggjari miðverji kom illa við. Amidou Diop, sum seinastu ferðirnar hevur verið besti maður, var skaddur, og Ragnar Joensen leikbannaður. Nikolei Johannesen, sum annars er miðvallari, var miðverji saman við Bartal Einarsson Petersen, sum var á liðnum fyri fyrstu ferð í ár.
Heilt nýggjur á TB liðnum var Joel Sundström. 23 ára gamli miðvallarin hevur seinastu vikuna verið við Stórá og royndarvant, og TB skrivaði undan vikuskiftinum sáttmála við svenska spælaran.
Fyrsti dystur hjá TB eftir summarsteðgin verður ólavsøkuaftan ímóti B36 í Gundadali.
NSÍ hevur 35 stig og er næstfremst. HB, sum hevur 34 stig, fer seinnapartin at spæla grannadyst ímóti B36.
TB – NSÍ 2-6 (0-4)
0-1: Klæmint A. Olsen
0-2: Michal Przybylski
0-3: Aron Knudsen
0-4: Emil Weihe Joensen
0-5: Aron Knudsen
0-6: Jann J. Benjaminsen br
1-6: Nikolei Johannesen
2-6: Mohamed Samba
TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Bartal Einarsson Petersen, Nikolei Johannesen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Joel Sundstrøm, Aron Arnholdsson, Mattias Djurhuus, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen – Jóhan Renéson Thomsen
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Beinir Nolsøe, Brandur H. Olsen – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen