Beinir og familjan flyta til Spania at búgva

Í dag flyta Beinir Troest Rasmussen, báðir brøður hansara, Rani og Rókur, og bæði foreldrini av landinum - í fyribils eitt hálvt ella eitt heilt ár. Tey flyta niður til Spania at búgva

Ungi sangarin, 13 ára gamli Beinir Troest Rasmussen, sum seinastu árini hevur ver­ið nógv á palli og sum gav út nýtt og vælumtókt jólalag í endanum av seinasta ári, fer í dag saman við familju síni av landinum.
Tey flyta øll niður til Ali­can­te í Spania at búgva í - fyri­bils - eitt hálvt ella eitt heilt ár. Alicante liggur nakað sunn­an fyri Valencia.
Foreldrini eru Rannvá Troest og Kenneth Ras­mus­sen. Hinir brøðurnir hjá Beiniri eru Rani, sum er 10 ár - og so Rókur sum er sjey.
Beinir og Rani hava báðir spælt við bólkinum Óvita Blues Band, Kularótum og teir hava eisini verið nógv á palli saman, eins og Beinir eisini hevur roynt seg einsa­mall­ur á palli.

Gamal dreymur
Kenneth Rasmussen sigur, at hetta er ein gamal dreymur, sum tey nú gera til veru­leika - at vera burtur í øðr­um umhvørvi og øðrum menta­num í eina tíð.
Sjálvur arbeiðir Kenneth á boripalli, og enn hevur Rann­vá Troest ikki gjørt av, hvussu hon fer at brúka tíð­ina í Spania.
- Vit hava longu sent ljóð­førini hjá Beiniri og Rana nið­ur til Spania. Vit hava góðar stund­ir, og vit fara at koyra úr Hirtshals og suður til nýgg­ja bústaðin hjá okkum.
Í løtuni dugir Kenneth Ras­mus­sen ikki at siga, hvussu nógv Beinir og Rani fara at hoyrast í Føroyum, nú øll familjan hevur valt at bú­­leikast í Spania komandi mánað­ir­nar.

Øll eru spent
Kenneth sigur, at allir tríggir dreingirnir fara í spanskan skúla, og teir eru ógvuliga spent­ir og gleða seg saman við foreldrum sínum at roy­na hesa uppliving í øðrum landi.
- Jú, vit eru øll spent, og vit eru spent eftir at vita, hvussu hetta fer at rigga, sig­ur Kenneth Rasmussen.