Beinir Saddam ikki fyri sínum vápnum, fara vit at gera tað

-Í ellivu ár hevur Saddam Hussein lumpað altjóða samfelagið, men nú er nóg mikið, segði amerikanski forsetin, George W. Bush, í røðu fyri amerikanska fólkinum gjáranáttina.

-Vit vita, at Saddam Hussein hevur kemisk og biologisk vápn, tí tey hevur hann brúkt ímóti sínum egna fólki. Eydnast tað honum at fáa fatur á tilfarinum, kann hann útvega sær kjarnorkuvápn innan eitt ár, segði George W. Bush í røðuni, sum hann helt í Cincinnati í statinum Ohio.

Í røðuni, sum vardi ein hálvan tíma, kom amerikanski forsetin ikki við nøkrum nýggjum upplýsingum, men røðan var kortini ein greiður boðskapur til irakska forsetan og altjóða samfelagið. Hann segði tað vera sera umráðandi, at trygdarráðið hjá ST gera eina samtykt, sum fer munandi longur enn tær gomlu samtyltirnar, og at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST skulu fáa atgongd til alt, sum teir vilja sleppa at kanna.

-Saddam stuðlar yvirgangsfelagsskapum og yvirgangsmonnum, og hann fer ikki at aftra seg við at lata teimum hópoyðingarvápn, segði Bush.

Hann vendi sær eisini til teir iraksku heryvirmenninar og mælti teimum til at sýta fyri at gera eftir boðum forsetans, verða teir bidnir um at nýta hópoyðingarvápn í einum møguligum kríggi.

-Gevur Saddam teimum boð um at nýta hópoyðingarvápn, eiga teir at sýta fyri at nýta tey. Gera teir ikki tað, skulu teir vita, at krígsbrotsmenn verða at enda tiknir og drignir til svars fyri gerðir sínar, segði amerikanski forsetin.


Nóg mikið

Bush segði, at seinastu ellivu árini hevur irakski forsetin lumpað altjóða samfelagið og gjørt gjøldur burtur úr vápnaeftirlitsmonnum og diplomatum. Men nú er nóg mikið. USA fer ikki at sita hendur í favn, meðan hóttanin úr Irak veksur dag frá degi. Heimssamfelagið hevur roynt seg við diplomatiskum arbeiði, búskaparligum tiltøkum og flogbanni, men Saddam Hussein heldur ótroyttiligur fram við at gera hópoyðingarvápn, segði amerikanski forsetin.

Hann ivaðist ikki í, at amerikanska hermegin er før fyri at steðga irakska leiðaranum, men tann stóra spurningin helt hann vera, um Irak hevur kjarnorkuvápn.

-Tað vita vit ikki við vissu, men vit vita, at Saddam kann røkka hesum málinum um stutta tíð. Hann kann útvega sær uran uttanlands, og hann sigst hava trý støð, har hann kann ríka uranið, segði Bush forseti og legði afturat:

-Gevst Saddam ikki nú og letur Irak avvápna, er USA til reiðar at standa fyri einum átaki ímóti honum.