Tað er greitt, eftir at bæði Aksel V. Johannesen vegna Javnaðarflokkin og Bárður á Steig Nielsen vegna Sambandsflokkin peika á Beinir Johannesen sum samráðingarleiðara.
Tað er Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum skal hitta øll forfólkini, har tey skulu siga henni, hvønn tey peika á. Men greitt er, at tá í hvussu so er Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin peikar á Beinir Johannesen, so verður tað hann sum fær uppgávuna frá løgtingsforkvinnuni, eftir at hon hevur tosað við øll forfólkini.











