Í seinastu viku var Beinir á stuttari konsertferð í Norðurjyllandi. Hóskvøldið sang Beinir á tveimum konsertum í Bagterphøllini í Hjørring saman við tónleikarum og einum kóri við 450 børnum úr ymsum skúlum í Hjørring Kommunu. Konsertirnar vóru hildnar í sambandi við, at ein fløga við donskum barnasangum, sum hjúnini Leif og Christine Lund Jakobsen hava skrivað, júst er komin út. Beinir hevur áður arbeitt saman við Leif og Christine, og á nýggju fløguni syngur Beinir 4 av teimum 8 løgunum. Tað eina lagið – Det klammeste jeg ved – varð kosið ársins danski barnasangur í 2011 av Koda.
Fríggjakvøldið var Beinir á pallinum í Hirtshals Kulturhus við m.ø. bróðrinum Rana á trummum, har teir spældu løg av fløguni Kom við, sum kom út í fjørsummar, og nøkur bluesløg.
Ferðalagið fór aftur til Alicante í Spania sunnudagin, har Beinir hevur búð saman við familjuni síðan fyrst í hesum árinum. Beinir er sera væl nøgdur við konsertirnar í Danmark og hann sigur, at kanska okkurt spennandi verður á skránni í desembur, tá hann kemur heim til Føroya í jólafrí.