Fjórðseinasta umfar í Effodeildini, nevniliga 24. umfar, verður spælt í dag. Teir fimm dystirnir kring landið byrja allir kl.15.00.
Aftur í dag verður talan um ein stóran ítróttardag á Rás2, sum hoyrist á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Beinleiðis tekstafrásøgn á in.fo sæst HER
Rás2 sigur frá klassikaranum í Klaksvík ímillum KÍ og HB, og sagt verður eisini frá dystinum í Sarpugerði ímillum Víking og TB/FCS/Royn.
Kringvarp Føroya stroymir Víking og TB/FCS/Royn beinleiðis. Dysturin sæst HER.