Beinleiðis: Aserbadjan – Føroyar

Her er beinleiðis frásøgn frá Nations League landsdystinum

Aserbadjan - Føroyar (17.00)

 

Lurta beinleiðis á FM1 við at trýsta HER

 

Upptakt:

Føroyska A-landsliðið skal vinna á Olympiska leikvøllinum í Baku, um vit skulu hava nakran møguleika at koma víðari. Tað verður uttan skadda Jóan Símun Edmundsson og leikbannaða René Shaki Joensen. Sølvi Vanthamar og Klæmint A. Olsen koma í teirra stað.

 

Føroyar (3-4-3):

Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad – Gilli Rólantsson, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen

 

Les um uppstillingina HER

 

Tróndur Arge – Baku, Aserbadjan

Føroyska A-landsliðið skal nú spæla tveir teir seinastu landsdystirnar í nýggju Nations League kappingini. Vit hava fýra stig fyri fýra dystir, sum merkir at vit hava langt á mál. Kosovo hevur átta stig, meðan Aserbadjan hevur seks stig.

 

Les eisini: Halda eyga við forminum á landsliðnum

 

Føroyska liðið er pískað til sigurs, um vit skulu hava nakran møguleika at koma víðari. Tað krevur eisini hjálp frá Malta. Í hinum endanum, so skulu vit eisini til at fáa stig í hesum báðum seinastu dystunum, fyri ikki at enda í lægsta styrkisbólkinum undan EM 2020 lutakastinum, sum verður í desember.

 

Les eisini: Risa hernaðarlið til landsdystin

 

Hóast tað kann tykjast sum, at trýstið er farið av føroyska liðnum, so hava vit ikki ráð til at taka fótin av speedaraunum. 

 

Les meiri um tað við at trýsta HER

 

FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgna frá dystinum.

 

Fakta:

Nations League:

Deild D – Bólkur 3

 

5. umfar:

Leygardagin 17. november

Aserbadjan - Føroyar

Malta – Kosovo

 

6. umfar:

Týsdagin 20. november

Malta – Føroyar

Kosovo – Aserbadjan

 

Støðan:

1. Kosovo 8 (stig)

2. Aserbadjan 6

3. Føroyar 4

4. Malta 2