Beinleiðis: HM-rómur á Hálsi

Beinleiðis tekstfrásøgn frá avgerandi HM-undankappingardystinum hjá U21-landsliðnum

60: Helgi Hoydal skorar til 29-27, og so hevur tað minni at siga, at Finnland minkar til 29-28, sum gerst endaliga úrslitið. U21-landsliðið hevur kvalifiserað seg til HM-endaspælið í Algeria!!! 

59: Andre Udd skorar til 28-27. Kári Nielsen og Ingi Olsen taka sítt seinasta time-out. Finnar mangla framvegis fýra mál fyri at spæla seg víðari, men nú er kortini ikki vist, um Føroyar vinna undankappingarbólkin við fullum stigatali.

58: Helgi Hoydal skorar í tómt mál til 28-25. Brandur Halgirsson fær tveir minuttir, men hetta kann ikki ganga galið hjá Føroyum, hóast Theo Westerlund skorar til 28-26.

57: Ósemja er um onkra dómaraavgerð, men støðan er framvegis tann sama. Finnland tekur time-out, men helst er ov seint hjá finnum. Nú kókar høllin veruliga!

56: Finnland hevur møguleikan at minka munin niður í eitt mál, men ungi Hørður Trygvason bjargar meistarliga. Enn 27-25.

54: Teis Horn brýtur ígjøgnum og økir. Finnar skorar síðani í hinum endanum, men síðani skorar Jónas Djurhuus til 27-24 upp á brotskast. HM byrjar at nærkast.

52: Theo Westerlund minkar um munin, men Kjartan Johansen brýtur væl ígjøgnum í næsta álopinum og skorar til 25-22.

50: Helgi Hoydal er komin inn aftur á strikuna og skorar til 24-21. Síðani velur Finnland at taka time-out. Nú er tað tó nógv, sum skal ganga galið, um Føroyar ikki vinna hendan undankappingarbólkin!

49: Hørður Trygvason skarar framúr í málinum og bjargar væl tríggjar ferðir. Framvegis 23-21

46: Fríði Weyhe leggur Føroyar á odda 22-20, men í hinum endanum svarar Ian Martin aftur til 22-21. Fríði Weyhe ger tó enn einaferð bart og skorar til 23-21. 

43: Pætur Thomsen er komin inn á høgra vong og Pætur Mikkjalsson er komin inn á strikuna. 

42: Føroyska leiðslan er tódnað. Føroyingarnir brenna heldur illa og nú er bert eitt mál á muni, 21-20. Kári Nielsen tekur time-out, tí eitt sindur av fjáltri tykist at vera komin á føroyska spælið. Finnar hava verið betri seinastu løtuna.

38: Tað gongur skjótt fyri seg í báðum endum. Nú eru finnar betri við og hava minkað til 21-19. 

35: Hilmar Leon Jakobsen fær tveir minuttir, men kortini økir Áki Egilsnes til 18-14 og síðani Helgi Hoydal til 19-15. Finnland minkar til 19-15.

32: Max Granlund skorar fyrsta málið í seinna hálvleiki. Sjúrður Olsen er komin inn fyri Róa Berg á vinstra vongi. Hilmar Leon Jakobsen rennur seg tó leysan og leggur Føroyar á odda 17-13.

31: Liðini komin út á vøllin og klár at byrja seinna hálvleik. Eitt HM-pláss er í eygsjón.

30: Í seinastu sekundunum leypir Kjartan Johansen ikki frá vonginum og skorar til hálvleiksstøðuna, 16-12. Nú skulu finnar innheinta heili sjey mál, um teir skulu stjala HM-plássið frá Føroyum.

27: Sjúrður Olsen til 15-11 til Føroyar. Hetta sær gott út hjá U21-landsliðnum!

25: Helgi Hoydal skorar til 13-10, og nú hava Føroyar heili seks mál at geva av! Føroysku venjararnir taka síðani sítt fyrsta time-out.

23: Hørður Trygvason hevur tvær stórbjargingar á rað og Jónas Djurhuus leggur Føroyar á odda 11-10. Sjúrður Olsen økir til 12-10.

20: Hilmar Leon Jakobsen er komin inn á vinstra bakk fyri Fríða Weyhe og Hørður Trygvason er komin í málið. Við sínum fimta máli leggur Ian Martin Finnland á odda 10-9, men Helgi Hoydal javnar í skjótálopi. Finnland tekur time-out.

16: Rói Berg brennir brotskast. Í hinum endanum er Benjamin Helander neyvari og javnar til 8-8.

13: Føroyar koma fram um 7-5, men finnar svara aftur til 7-7. Føroyingar hava ilt við at temja spælstýraran hjá Finnlandi, Ian Martin, sum longu hevur skorað fýra mál. Helgi Hoydal leggur tó aftur Føroyar á odda 8-7.

11: Við tveimum brotskøstum á rað hevur Rói Berg Hansen lagt Føroyar á odda 6-5. 

09: Brandur Halgirsson kemur nú eisini inn í verjuna fyri Áka Egilsnes.

08: Helgi Hoydal fekk tveir minuttir, men er nú komin inn aftur. Hann er eisini maðurin, sum javnar til 4-4.

05: Fríði Weyhe høggur Føroyar á odda 2-1. Finnland hevur fingið fyrstu tveir minuttir útvísingingina, men kortini javna finnar til 2-2.

02: Fasta útskiftingin hjá Føroyum er tann sama sum í hinum dystunum. Teis Horn Rasmussen kemur inn fyri Jónas Djurhuus í verjuni.

01: Hesir byrja hjá Føroyum:

Í mál: Niklas Simonsen

Høgri vongur: Kjartan Johansen

Høgri bakkur: Áki Egilsnes

Spælstýrari: Jónas G. Djurhuus

Vinstri bakkur: Fríði Weyhe

Vinstri vongur: Rói Berg Hansen

Strika: Helgi H. Hoydal

So er løtan komin, har eitt føroyskt hondbóltslandslið fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur møguleikan at spæla seg í eitt HM-endaspæl. Undan avgerandi dystinum hjá U21-landsliðnum er støðan greið fyri øll: Vinna Føroyar ella fáa javnleik, so spæla U21-menninir við í HM-endaspælinum í Algeria í juli. Sigurin hjá Sveis ímóti Ísrael merkir eisini, at føroyingar hava ráð at tapa við hægst tveimum málum og framvegis spæla seg víðari. 

Vinnur Finnland hinvegin við trimum málum ella meir, so kvalifisera finnar seg til HM-endaspælið.

Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður.

Hesir eru við hjá Føroyum:

Málmenn:

Niklas Simonsen, Skjern Håndbold, 20 ár

Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt, 17 ár

Útileikarar:

Rói Berg Hansen, Neistin, 20 ár

Torkil Hentze, Neistin, 19 ár

Teis Horn Rasmussen, Neistin, 20 ár

Pætur Mikkjalsson, Neistin, 19 ár

Helgi Hildarson Hoydal, H71, 20 ár

Hilmar Leon Jakobsen, H71, 19 ár

Jónas Gunnarson Djurhuus, H71, 20 ár

Pætur Thomsen, H71, 20 ár

Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt, 17 ár

Fríði Weyhe, KÍF, 20 ár

Pætur Johansen, StÍF, 20 ár

Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne, 20 ár

Áki Egilsnes, VÍF, 20 ár

Sjúrður Olsen, VÍF, 19 ár