Beinleiðis reytt

Tað er eingin ivi hjá fótbóltsdómarunum. Verða teir varugir við, at rasisma verður nýtt sum skitið vápn á vøllinum, skal hondin beint í reyvalumman. Og í FSF verður staðfest, at revsingin

Fótbóltur

Eiler Rasmussen er næstformaður í felagnum hjá føroyskum fótbóltsdómarum, og har eru reglurnar púrasta greiðar, um talan er um rasismu.
- Har er eingin sum helst ivi. Hoyra vit nakað sum helst, ið hevur samband við rasistiskar viðmerkingar, so skal hetta revsast við reyðum korti. Tað eru eisini greiðu boðini frá FSF.
- Men tá tað er sagt, so skal eg samstundis leggja afturat, at tað er sjáldan, at tað er komið fyri. Sjálvur havi eg so ongan tíð verið beinleiðis vitni til slíka hending, men trupulleikin er jú eisini, at hetta ofta verður brúkt, tá dómarin ikki er beint undir liðini á spælarunum. Eg havi tó verið úti fyri, at spælarar eftirfylgjandi siga, at rasistiskar viðmerkingar hava verið, men uttan at hoyra tað sjálvur, ber jú illa til at revsa hetta.
Eiler sigur víðari, at sum dómarar fáa teir ikki gjørt nógv meira enn tað sama. Tá reytt kort er givið, verður spælarin sjálvandi revsaður í aktuella dystinum. Síðani er uppgávan hjá dómaranum at skriva frágreiðing.

Kunnu blása av
Í Týsklandi var hending um vikuskiftið, har dómarin gjørdi bart, og blásti dystin millum Aachen og Münchengladbach av, tí áskoðararnir niðraðu myrkar spælarar hjá mótstøðuliðunum. Vit spurdu Eiler, hvørt hetta er nakað, sum eisini kundi komið fyri her í Føroyum?
- Eg veit ikki, hvørt ein slík støða er hugsandi í Føroyum. Og eg vóni tað í øllum førum ikki. Men sum dómarar hava vit myndugleikan at blása dystin av, um kringstøðurnar krevja tað, so teoretiskt er tað ein møguleiki.
- Vónandi koma vit ongan tíð hartil, men rasisma er so ein av lutunum, sum hevur vunnið seg inn í føroyskan fótbólt, og tí er tað ein trupulleiki, sum vit eiga at fyrihalda okkum til, sigur Eiler Rasmussen.

Longt leibkann
Og úr FSF eru boðini greið. Karl Vidtfeldt er formaður í Dómaranevndini, og hartil er hann eisini limur í Kappingarnevndini, ið jú er nevndin, sum tekur støðu til frágreiðingar frá dómarunum.
- Nú hevur einki mál verið av hesum slagnum, og tí havi eg einki fordømi at halda meg til. Men eg eri ikki í iva um, at hetta er nakað, sum vildi havt longt leikbann við sær. Hvussu langt, veit eg ikki at siga, men tað er nakað, sum skal revsast hart, sigur Karl Vidtfeldt.