Beinleiðis: Tað er ovfarakæti í B36 leguni

Hóast teir í 35 minuttir vóru níggju móti ellivu, so eydnaðist tað teimum í B36 at vinna steypafinaluna ímóti HB

Neyvan nakrantíð áður hevur stuðulin frá áskoðarunum verið so eyðsýndur, sum hon er í kvøld.

B36 áskoðararnir vísa eingi tekin um, at teir eru troyttir, og at teir ætla sær til hús.

Fagnaðurin í hvítu leguni er framúr.

 

B36 - HB 2-2 (0-0) eftir longda leiktíð

0-1: Tróndur Jensen 56.

1-1: Odmar Færø br 60.

1-2: Adrian Justinussen 63.

2-2: Hannes Agnarsson 95.

Brotssparkskapping

2-3: Lasse Andersen

3-3: Odmar Færø

3-4: Magnus Egilsson

4-4: Alex Mellemgaard

4-4: John Frederiksen kiksar

5-4: Meinhard E. Olsen

5-5: Adrian Justinussen

6-5: Erlendur Magnusson

6-6: Dan í Soylu

7-6: Róaldur Jakobsen

3221 áskoðarar

Dómarabólkur: Kári J. á Høvdanum, Edvard Højgaard, Jørleif Djurhuus og Lars Müller (fjórði dómari)

B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen (Hannes Agnarsson, 80.), Bjarni Petersen (Robert Heðin Brockie, 85.), Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski (Róaldur Jakobsen, 73.) – Kaimar Saag

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Trygvi Askham, Lukasz Cieslewicz, Hugin Samuelsen, Ragnar Samuelsen

Gult kort: Bjarni Petersen, Odmar Færø, Rói Mørk Hentze

Reytt kort: Robert Heðin Brockie 86. (beinleiðis reytt), Benjamin Heinesen 93. (beinleiðis reytt)

Venjari: Jákup á Borg

Hjálparvenjari: Fróði Clementsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson –  Brynjar Hlöðversson (John Frederiksen, 102.), Tróndur Jensen – Adrian Justinussen, Grétar Snær Gunnarsson, Símun Samuelsen (Dan í Soylu, 78.) - Ari Mohr Olsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 78.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Daniel Johansen, Hjalti K. Djurhuus. Niklas T. Kruse

Gult kort: Brynjar Hlöðversson, Bartal Wardum, Grétar Snær Gunnarsson

Venjari: Heimir Guðjónsson

Hjálparvenjari: Rasmus Nolsøe

 

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

 

Jákup á Borg ger klárt til serliga brølið, sum hann eftir sigur í Europa í summar varð kendur kring allan heimin fyri.

-

Odmar Færø tekur ímóti løgmanssteypinum, sum Aksel V. Johannesen handar honum, og so rungar sangurin á Tórsvølli, og sjampanjan flýtur.

-

Krúnprinsurin og Christian prinsur eru saman við FSF forsetanum og aðalskrivaranum á veg av vøllinum.

-

So eru B36 spælararnir á veg á pallin. Gullmerkini verða borin inn til pallin, og krúnprinsurin og Christian prinsur gera seg klárar at handa B36 gullmerkini.

-

Krúnprnsurin heingir silvurmerki um hálsin á HB spælarunum, og Christian prinsur hevur pútuna við heiðursmerkjunum á.

-

Odmar Færø er valdur at vera dagsins maður. Tað er Christian prinsur, sum handar honum steypið, sum prógv uppá, at B36 liðformaðurin var besti maður á vølli.

 

-

Nú er tað løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum heilsar bæði HB og B36.

Aksel spældi í síni tíð við KÍ, so hann veit, hvat tað snýr seg um. Hann rósar B36 fyri at megna at vinna, hóast tað vóru níggju ímóti ellivu.

Tíverri riggar teknikkurin ikki, sum hann skal, so í løtum er tað torført at fylgja við í, hvat løgmaður sigur.

-

Tað eru ikki orð fyri tí, men tað er ein veruleiki.

B36 hevur á Tórsvølli í kvøld vunnið finaluna um løgmanssteypið ímóti HB.

Neyðugt var við brotssparkskapping, tí eftir vanliga leiktíð var støðan 2-2, og soleiðis var hon eisini, tá ið longda leiktíðin var farin.

Allir fimm B36 spælararnir skoraðu úr ellivu metrum, meðan Rói Mørk Hentze í B36 málinum bjargaði, tá ið innskifti John Frederiksen royndi seg úr ellivu metrum.

 

HB var tvær ferðir á odda í vanligu leiktíðini, men B36 vildi ikki leggja kongin.

Í síðstu løtu vórðu bæði akkurát innskifti Robert Heðin Brockie og Benjamin Heinesen vístir av vølli.

Kortini eydnaðist tað B36 at javna. Í longdu leiktíðini eydnaðist tað B36 at halda tørn, og so var tað í brotssparkskappingini, at tað endaði við, at B36 vann 5-4 og harvið dystin 7-6.

 

HB dumpaði so rudduliga. Hóast tað vóru ellivu reyðir og svartir ímóti níggju hvítum, so megnaði HB ikki at halda tørn í vanligu leiktíðini. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, javnaði B36 eftir horna úr vinstru.

Í longdu leiktíðini - tvær ferðir eitt korter - megnaði HB ikki at spæla seg til upplagda málmøguleikan, sum skuldi til fyri at skora sigursmálið.

HB hugflogið var ógvuliga lítið. Talan var um fleiri langskot og høg innlegg í brotsteigin, har Rói Mørk Hentze, Odmar Færø og hinir í B36 ferð eftir ferð varpaðu bóltin burtur.

 

Í fjør vunnu níggju í B36 hálvfinaluna ímóti HB, hóast tað vóru ellivu HB spælarar ímóti níggju B36 spælarum. Tað bragdið endurtók B36 í kvøld.

Tað átti ikki at eydnast, men tað er ein veruleiki.

HB misti løgmanssteypið á gólvið. HB hevur ikki vunnið steypafinaluna síðani 2004.

B36 hevur við sigri í steypafinaluni tryggjað sær rættin at luttaka í europeisku kappingini næsta summar.

Tað vil eisini siga, at tað bara vera meistaraliðið og nummar tvey og trý, sum vinna rættin at luttaka í europeisku kappingini.

 

 

Vit fylgja brotssparkskappingini

HB eigur fyrsta sparkið

Lasse Andersen 1-0

Odmar Færø 1-1

Magnus Egilsson 2-1

Alex Mellemgaard 2-2

John Frederiksen kiksar 2-2

Meinhard E. Olsen 2-3

Adrian Justinussen 3-3

Erlendur Magnusson 3-4

Dan í Soylu 4-4

Róaldur Jakobsen 4-5

 

120) 2-2

Tað er heilt ófatuligt, at tað skuldi eydnast B36 við níggju ímóti ellivu at halda tørn í ein hálvan tíma og meiri enn tað.

Moralskt var talan um B36 sigur í longdu leiktíðini. Nú, er tað aftur púra opið - ein spælari ímóti málverjanum fimm ferðir fyri hvørt liðið ella kanska færri enn so, um tað verður avgjørt fyrr enn so.

 

 

120+3) 2-2

LIÐUGT

 

120) 2-2

Tríggir minuttir eru lagdir aftrat.

Frederik krúnprinsur situr í kuldanum saman við Christian Andreasen, formanni í FSF, og Christiani prinsi.

 

116) 2-2

Tað er ófatuligt, at hetta kann bera til, men veruleikin er, at støðan framvegis er 2-2.

 

112) 2-2

Nú spæla teir grís, sum tað plagdi at verða nevnt, tá ið allir vóru í øðrum brotsteiginum. Tað er sjáldan, at bólturin ikki er í B36 brotsteiginum. 

 

110) 2-2

Tað er merkisvert, at HB í støðuni sum nú er, roynir seg við langskotum og høgum innleggum í brotsteigin.

Tað er matur fyri Odmar Færø og hansara menn.

 

107) 2-2

Skal tað eydnast B36 at halda tørn og harvið at vinna seg í brotsparkskapping. Tað er stóri spurningurin á Tórsvølli. HB hevur framvegis ilt við at samanspæla skjótt og smátt fyri at vinna seg í hyvirtalsstøður.

 

105) 2-2

HÁLVLEIKUR

 

104) 2-2

Hannes Agnarsson vinnur B36 fríspark í høgru, og Alex Mellemgaard leggur innfyri úr 20 metrum, men bólturin fer út av handaru megin til málspark.

 

103) 2-2

HB skiftir út: John Frederiksen avloysir Brynjar Hlöðversson.

 

100) 2-2

HB hevur torført við at fáa nyttu úr, at B36 hevur tveir spælarar færri á vøllinum. Í staðin fyri at royna við smáspæli og fáa teir í B36 at renna nógv og harvið at møðast, so verður ofta roynt við longum sendingum. Tað ber við sær, at B36 spælararnir ikki eru noyddir at renna so nógv.

 

97) 2-2

Adrian Justinussen er ikki móðari enn so, at hann nú var í góðari støðu við handara stólpa eftir innlegg úr høgru, men hann sendi bóltin skeivu megin stólpan.

 

96) 2-2

Fleiri spælarar hava ilt við at spæla, tí teir eru so móðir. Millum hesar er Ardian Justinussen hjá HB.

 

94) 2-2

Alt fólkið er støðugt á B36 hálvuni.

 

92) 2-2

HB vinnur horna í vinstru.

 

Hetta minnir ikki sørt um í fjør, tá ið talan var um longda leiktíð í hálvfinaluni millum júst hesi feløgini, og B36 við níggju monnum vann ímóti ellivu HB spælarum.

 

LIÐUGT

2-2

Nú verður longd leiktíð fyrireikað, og krúnprinsurin verður noyddur at bíða í meiri enn ein hálvan tíma, áðrenn høvi verður at handa heiðursmerkini.

 

90+5) 2-2

2-2: Hannes Agnarsson

Eftir horna úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram er tað innskifti Hannes Agnarsson, sum sendir bóltin í málið.

Nú er lagt upp til longda leiktíð, har tað vera níggju í B36 ímóti ellivu hjá HB.

 

90+3) 1-2

Eitt lítið fríspark ber við sær, at tað verður ógvusligt stríð millum spælarar.

REYTT KORT: Benjamin Heinesen hjá B36 sær beinleiðis reytt kort.

 

90+1) 1-2

Krónprins Frederik er komin á stadion. Hann skal handa heiðursmerkini.

 

90) 1-2

Fýra minuttir eru lagdir aftrat.

 

90) 1-2

B36 leggur øgiligt fyri í roynd at javna. Meinhard E. Olsen roynir seg úr vinstru, men Teitur Matras Gestsson bjargar.

 

87) 1-2

REYTT KORT. Robert Heðin Brockie.

Hann er óheppin og glíður, og togar í troyggjuna, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe er um at verða leysur. Har vóru tó minst tveir aðrir B36 spælarar í nánd.

 

86) 1-2

B36 skiftir út. Robert Heðin Brockie avloysir miðverjan Bjarna Petersen, og Odmara Færø verður fluttur fram í álopið.

 

85) 1-2

Tað sær út sum, at B36 hevur ilt við at fáa nyttu úr Róaldi Jakobsen, tí teir gyppa bóltin oftast uppum hann. Róaldur skal hava bóltin í føturnar.

 

80) 1-2

B36 skiftir út: Hannes Agnarsson avloysir Andrias H. Eriksen. Hetta er framrættað útskifting, tí Benjamin Heinesen fer aftur á høgra vongverja, og Hannes Agnarsson er framrættaður í høgru.

 

78) 1-2

HB skiftir út: Jógvan Skeel Nolsøe avloysir Ara Mohr Olsen í álopinum.

 

77) 1-2

Royndu B36 spælararnir taka ábyrgd. Odmar Færø spælir eitt tvey við Róald Jakobsen, áðrenn hann verður leysur í brotsteiginum. Hann roynir seg úr eitt sindur spískum í vinstru, og Teitur Matras Gestsson bjargar.

 

75) 1-2

Benjamin Heinesen roynir seg við fleiri longum innkøstum úr vinstru, men HB vinnur luftdystirnar í egnum brotsteigi.

 

73) 1-2

Róaldur Jakobsen avloysir Mihal Przybylski hjá B36. 

 

71) 1-2

3.221 áskoðarar eru á Tórsvølli í kvøld.

 

70) 1-2

B36 ger klárt at skifta út. Róaldur Jakobsen riggar til at verða skiftur inn.

 

64) 1-2

HB skiftir út: Dan í Soylu avloysir Símun Samuelsen.

 

63) 1-2

1-2: Adrian Justinussen

Tað er í røttum Ronaldo stíli. HB vinnur fríspark úr 27 metrum og eitt sindur til vinstru, og Adrian Justinussen smekkar bóltin dygst undir samankomingini.

 

61) 1-1

1-1: Odmar Færø br

B36 liðformaðurin tekur ábyrgd og smekkar flatt til vinstru fyri seg sjálvan bóltin í málið.

Teitur Matras Gestson hevur annars fleiri ferðir bjargað, tá ið B36 spælarar hava roynt seg úr ellivu metrum.

 

60) 0-1

Brotsspark til B36. Kaimar Saag fer um koll í brotsteiginum, og dómarin peikar á ellivumetra blettin.

 

56) 0-1

0-1: Tróndur Jensen

Ari Mohr Olsen leggur av brotsteigarmarkinum bóltin longri út frá, og úr 24 metrum smekkar Tróndur Jensen flatt bóltin dygst inn við stólparótini.

Mál broyta fótbóltsdystir plagar at verða tikið til. Nú fáa vit at síggja.

 

53) 0-0

GULT KORT: Bjarni Petersen, B36, fyri fríspark ímóti Símun Samuelsen.

 

53) 0-0

B36 vinnur horna í høgru. Alex Mellemgaard leggur innfyri, men HB verjan ruddar burtur.

 

52) 0-0

Tað er rárasta sending, at liðini megna at samanspæla meiri enn tvær sendingar.

 

48) 0-0

Her ber til at síggja myndir frá fyrra hálvleiki

http://www.in.fo/gallery-single/?tx_yag_pi1

 

46) 0-0

GULT KORT: Brynjar Hlöðversson hjá HB fyri ógvusligt fríspark.

 

46) 0-0

Allir teir somu eru aftur á vøllinum, sum vóru tað frá dystarbyrjan.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Fyrri hálvleikur hevur verið eyðkendur av høgari leikferð, nógvum nærdystum, nógvum mistøkum og fáum málmøguleikum. Men tað er spennandi øgiliga spennandi.

 

45) 0-0

Magnus Egilsson leggur HB horna innfyri úr høgru, Lasse Andersen stútar, og Benjamin Heinesen bjargar á B36 málstrikuni.

 

44) 0-0

Jógvan Rói Davidsen tiltuskar HB horna í høgru.

 

43) 0-0

Alex Mellemgaard roynir seg eitt vet úr vinstru og úr seytjan metrum, men bólturin fer við síðuna av HB málinum.

 

42) 0-0

So var um reppið, at HB vann sær góða støðu. B36 kiks bar við sær, at Ari Mohr Olsen verður leysur í vinstru, hann leitar eftir Adrian Justinussen, sum er í góðari støðu, men B36 verjan megnar akkurát at vera fyri.

 

41) 0-0

Spælararnir eru framvegis nógv darvaði av nervum. Tað ber við sær, at heilt lættar sendingar miseydnast.

 

39) 0-0

B36 tiltuskar sær horna í vinstru, Meinhard E. Olsen leggur innfyri, men tað endar við HB frísparki.

 

38) 0-0

Eftir uppspæl í høgru og upp á tvørs sending frá Adrian Justinussen roynir Símun Samuelsen seg úr 22 metrum, men tað er barnamatur hjá B36 málverejanum.

 

36) 0-0

Tróndur Jensen ger ógvusligt fríspark ímóti Michal Przybylski. Undarligt at dómarin ikki tekur gula kortið úr lummanum.

 

35) 0-0

B36 leggur við frísparki eitt sindur úr vinstru bóltin í HB brotsteigin. HB verjan stútar burtur, og í aðru atløgu er Teitur Matras Gestsson hægstur og tekur bóltin.

 

29) 0-0

Tað er framvegis ofta lítil friður yvir spælinum. Nú er HB eitt sindur meiri við, enn HB var fyrstu løtuna.

Leikferðin er ov høg sammett við førleikarnar hjá spælarunum.

 

25) 0-0

Eftir innlegg frá Símuni Samuelsen úr vinstru og til handara stólpa velur B36 málverjin at geva horna til HB í høgru. Hetta er fyrsta HB horna, og tað var óneyðugt hjá B36 málverjanum at boksa. Hann hevði góðan møguleika at lofta bóltin.

Einki spyrst burturúr eftir horna, tí dómarin bríkslar fyri B36 frísparki.

 

20) 0-0

Framvegis málleyst, og  tað er framvegis B36, sum er greitt omaná. HB fær ikki frið at samanspæla. Mótstøðumenninir eru sum gribbar yvir teimum reyðu og svørtu.

 

16) 0-0

B36 vinnur tvey horna í vinstru eftir lítlari løtu, men tað spyrst einki burturúr.

 

15) 0-0

Tað gongur fyri seg eftir treytunum hjá B36, sum pressar mótstøðuverjuna frammarlaga á vøllinum.

HB venjarin Heimir Guðjónsson er ikki nøgdur. Tað plaga annars at vera hansara menn, sum pressa mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Tað gera teir ikki íkvøld - ikki enn í hvussu so er.

 

12) 0-0

Dómarin ætlar sær ikki at bríksla serliga nógv. Í fleiri førum, tá ið aðrir ivaleyst høvdu bríkslað fyri frísparki í nærdystum, hevur Kári J. á Høvanum tagt og givið til kennar, at teir skulu spæla víðari.

 

09) 0-0

B36 hevur fyrstu løtuna verið meiri í álopi, og nú riggar samanspælið betri. Enn hevur talan ikki verið um upplagdan málmøguleika

 

05) 0-0

Meinhard E. Olsen dregur innfyri úr vinstru og smekkar til av brotsteigarmarkinum, og bólturin strýkur framvið handara stólpanum.

 

04) 0-0

Bjarni Petersen í B36 miðverjuni stórkiksar, men tað endar við B36 málsparki.

Higartil hevur einki skil verið á fótbóltsspælinum.

 

03) 0-0

B36 vinnur horna í høgru. Alex Mellemgaard riggar til at skjóta.

Hann leggur innfyri, og tað endar við HB málsparki.

 

01) 0-0

HB brúkar kendu uppskriftina. Lasse Andersen leggur langa diagonalsending úr høgru, og tað er um reppið, at Símun Samuelsen verður leysur innanfyri B36 verjuna.

 

01) 0-0

B36 gevur bóltin upp. B36 verjir norðara málið og HB tað syðra í fyrra hálvleiki. Soleiðis er tað altíð, t´´a ið grannarnir hittast.

 

00) 0-0

Hátíðarrómur nú tjóðsangurin ljómar og áskoðararnir stemma í.

 

00) 

Spælararnir eru komnir á vøllin. Christian Andreasen, formaður og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF heilsa upp á spælararnar saman við Aksel V. JOhannesen, løgmanni, og Anniku Olsen, borgarstjóra.

 

00)

Tað verður talt niður á Tórsvølli, har teir í B36 og HB hita upp.

Líkindini eru góð at spæla fótbólt, og hýrurin er góður á áskoðaraplássunum, har tað er fullsett.

 

B36 – HB kl. 19.45

Dómarabólkur: Kári J. á Høvdanum, Edvard Højgaard, Jørleif Djurhuus og Lars Müller (fjórði dómari)

B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski – Kaimar Saag

Á beinkinum: Trygvi Askham, Robert Heðin Brockie, Hannes Agnarsson, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz, Hugin Samuelsen, Ragnar Samuelsen

Venjari: Jákup á Borg

Hjálparvenjari: Fróði Clementsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson –  Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen – Adrian Justinussen, Grétar Snær Gunnarsson, Símun Samuelsen - Ari Mohr Olsen

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Daniel Johansen, Dan í Soylu, John Frederiksen, Jógvan Skeel Nolsøe, Hjalti K. Djurhuus. Niklas T. Kruse

Venjari: Heimir Guðjónsson

Hjálparvenjari: Rasmus Nolsøe