Beinleiðis tingingar

Amerikanska stjórnin ætlar sær at tosa beinleiðis við myndugleikarnar í Norðurkorea fyri at loysa kreppuna um ta norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina.
Amerikanski varauttanríkisráðharrin, Richard Armitage, segði í einari hoyring í kongressini, at USA fer at tingast við Norðurkorea, og at Kina, Russland, Suðurkorea og Japan verða eisini við í tingingunum.
Norðurkorea avdúkaði í heyst, at landið hevði arbeitt við einari kjarnorkuverkætlan, sjálvt um landið í 1994 bant seg til at steðga verkætlanini. Síðani hetta kom fram, hava viðurskiftini millum Norðurkorea øðrumegin og USA og Suðurkorea hinumegin verið spent, og orðalagið hevur verið ógvuliga hvast.