KÍ - Ferencvaros 0-0 (Liðugt): Enn ein føroyskur varði í Evropa

Champions League: KÍ var vandamiklari enn Ferencvaros og kundi enntá havt vunnið dystin

Mynd: (Eyðbjørn Jacobsen)

KÍ spældi í kvøld ein flottan 0-0 javnleik móti risa favorittunum Ferencvaros úr Ungarn. Hóast gestirnir til tíðina vóru omaná, so var tað ongin so at KÍ var útspælt ella niðrspælt. Heimaliðið tók eitt korter um at koma ordiliga inn í dystin. Við nógvum deyðbóltum frá Árna Frederiksberg fekk heimaliðið lagt eitt stórt trýst á gestirnar.

 

Vegard Forren stútaði á tvørstongina, Deni Pavlovic skallaði niður í vøllin og uppum og Jóannes Kalsø Danielsen fekk dagsins størsta møguleika, tá Patrick Da Silva legði bóltin flatt innfyri, men ein verjuspælari hjá Ferencvaros fekk høvdið á bóltin, sum annars var á veg í málið.

 

KÍ-Ferencvaros 0-0 (0-0)

 

Beinleiðis:

 

KÍ skal í kvøld klokkan 19.45 spæla móti Ferencvaros í 1. undanumfarinum í Champions League. Vit fylgja dystinum.

 

KÍ (5-4-1): Nils Jonatan Johansson - René S. Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg – Luc Kassi

 

Á bonkinum: Hannis Matras, Mads B. Mikkelsen, Sivert Gussiås, Sørmund Kalsø, Jóannes K. Danielsen, Olaf Hansen, Dávid B. Andreasen, Silas Gaard, Hallur Hansson, Ahmed Latif, Jákup Vilhelmsen, Jóhan Josephsen

 

Dystargongd beinleiðis:

 

Liðugt: KÍ vinnur 0-0. Soleiðis er kenslan eftir Champions League dystin móti risa favorittunum úr Ungarn. KÍ bæði kundi og kanska enntá skuldi havt vunnið dystin.

 

90.min: Dómarin leggur fimm minuttir afturat. KÍ hevur ein góða løtu, men tað blívur ikki til nakran kjans. Nú kemur aftursvarið.

 

87.min: KÍ fær ein kempikjans at avgera dystin, men ein verjuspælari hjá gestunum fær høvdið á skotið hjá Kalsø, sum annars hevur kós moti málinum. Frálíkt uppspæl av Jákupi og Patrick í vinstru.

 

84.min: Ferencvaros leggur størri og størri trýst. Klaksvíkingarnir byrja at møðast. Eftir frísparksinnlegg stúta gestirnir uppum. Nú ræður um at halda fast hjá KÍ.

 

81.min: Gult kort til Vegard Forren. Nú er KÍ undir trýsti.

 

79.min: Jóannes Kalsø fær eina stórutá á eitt flatt innlegg. Tað bjargar KÍ.

 

77.min: KÍ fær aftur innkast frammi á vøllinum. Árni kastar væl og Jákup vinnur fyrsta bóltin, men gestirnir eru sterkir á seinna bóltinum. KÍ skiftir eisini út. Út fer Claes kronberg og inn kemur Mads B. Mikkelsen.

 

73.min: KÍ spælir seg upp og áskoðararnir liva við. Gestirnir skifta annars sterka Anderson á miðjuni út. Inn kemur ein Dávid Sigér.

 

67.min: Ferencvaros skiftir tveir mans út. Út fara Adama Traoré (Nei, ikki tann í Wolverhampton) og Marquinhos. Inn koma Kwabwena Owusu og Krisztián Lisztes

 

64.min: Péter Baráth fær gult, eftir at Ferencvaros hevur lagt trýst á við deyðbólti

 

59.min: Almenna áskoðaratalið er 1.009. Tað er helst í undirkantinum av tí, sum heimaliðið hevði vónað.

 

55.min: KÍ ger sína fystu útskifting. Tað er Jóannes Kalsø Danielsen, sum kemur inn fyri Deni Pavlovic. Jóannes fer á høgra vongbakkin, meðan René flytur inn á miðjuna saman við Jákupi.

 

46.min: Dómarin hevur bríkslað seinna hálvleik í gongd. Ongin útskifting var í hálvleikinum. KÍ leypur nú á málið við Bøgøtu, sum tó er manntóm í kvøld, tí UEFA-reglugerðin sigur at øll skulu sita.

 

Hálvleikur

 

45+2.min: Tað er hálvleikur við Djúpumýru og tað er javnleikur 0-0. Lagið er gott á viðhaldsfólkunum og KÍ kunnu verða nøgdir við avrikið.

 

44.min: Vegard Forren stútar á tvørstongina! Aftur er tað eitt innkast frá Árna, sum skapar spenningin.

 

41.min: Árni vinnur ein bólt mitt fyri og smekkar til. Verjan taklar og KÍ fær sítt fjórða hornaspark í dystinum. Tað blívur tók ikki til nakað vandamikið.

 

35.min: Kristoffer Zachariassen fær gula kortið, tá hann er ov seinur í eina takling við Deni Pavlovic

 

33.min: KÍ heldur fram við at leggja trýst á við innkøstum. Tvær ferðir tveitir Árni bóltin væl innfyri og heimamenninir vinna fyrra bóltin, men retururin dettur fyri gestirnar. 

 

29.min: Patrick Da Silva kann av røttum kenna seg óhepnan, tá dómarin gevur honum gult kort fyri eina takling, sum í ringasta føri er eitt vanligt fríspark. Kanska dómarin letur seg trýsta, tí stutt frammanundan eru teir úr Ungarn í øðini, tí René Shaki Joensen taklar hart. 

 

22.min: Aftur eitt innkast frá Árna Frederiksberg. Hesa ferð úr vinstru, men ongin KÍ'ari er fyrstur á returinum. Bara sekundir seinni liggur bólturin í málinum hjá KÍ, men tað er rangstøða í uppspælinum.

 

17.min: Trý hornaspørk og eitt innkast - øll frá Árna Frederiksberg - leggja trýst á gestirnar. Deni Pavlovic og Vegard Forren eru nær við at skora. Klárt besta løtan hjá KÍ, sum verjur í 5-4-1.

 

11.min: Barnabás Varga er setimetrar frá at leggja gestirnar á odda, tá hann stútar frísparksinnlegg, men bólturin fer framvið. 

 

3.min: Gestirnir úr Ungarn hava ein stóran møguleika, tá kristoffer Zachariassen fær fótin á eitt innlegg, men Nils Jonathan Johansson í málinum fær hondina á.

 

1.min: Dómarin, Juri Frischer úr Estlandi, hevur bríkslað dystin í gongd. Tað eru væl av áskoðarum, tað er still í veðrinum og vátt.

 

 

 

Mynd: (Eyðbjørn Jacobsen)