Beinleiðis: Týskland vann 3-0

Hóast føroyska U21 liðið stríddist yvir evni, so vunnu stórfavorittarnir úr Týsklandi 3-0

 

Týsku favorittarnir hava í kvøld í dýrdarveðri vunnið 3-0 ímóti føroyska U21 landsliðnum. Størsta vónbrotið var tað, at ikki fleiri enn 689 áskoðarar møttu upp á Tórsvølli.

 

-Vit kunnu ikki vera misnøgdir við avrikið hjá okkara monnum. Tað var vónbrot, at vit løgdu rygg til 3-0 tap, tí tað var óneyðugt, hóast hetta kanska var besta liðið, sum okkara U21 landslið nakrantíð hevur spælt ímóti. Tað hevði sæð betri út, um úrslitið hevði verið 2-0, og síðsta málið var óneyðugt mistak. Hóast vit stríddust alla tíðina, so megnaðu okkara at bjóða av heilt fram til síðsta minutt. Týskland kundi havt skorað fleiri mál, og vit høvdu eisini møguleika at skora. So alt í alt var munurin ivaleyst trý mál millum Føroyar og Týskland. Vit eru vónbrotnir, men hetta er munurin, og tað er sjálvandi ikki optimalt, at vit noyddust at skifta fimm menn út, tá sammett verður við síðsta dyst, staðfesti Bill Jacobsen.

 

Málverjin, Teitur M. Gestsson, helt, at hetta var besta liðið, sum hann nakrantíð hevði spælt ímóti:

-Teir spæla og samskifta framúr væl. Tað var harmuligt, at teir settu hol á so mikið tíðliga.

Tú hevði fantastiska góða bjarging seint í 2. hálvleiki?

-Tað minnist eg væl, og kanska var eg eitt sindur heppin, tí eg valdi síðu eitt sindur, áðrenn hann skeyt. Spell var tað, at teir skoraðu bæði í 7. minutti í 1. hálvleiki og 7. minutti í 2. hálvleiki. Ivaleyst koyrdu teir serliga nógv á fyrstu løturnar. 3-0 málið var harmuligt, tí tá var talan um persónligt mistak, men tað kann henda. Um teir høvdu vunnið 2-0, so høvdu vit kanska verið nøgdir, men tað eru vit ikki nú.

Símun Samuelsen, viðmerkjari, rósti føroyska liðnum fyri góðan hugburð:

-Mest eyðsýndi og týdningarmikli spælarin á føroyska liðnum var Bogi R. Petersen. Hann bant liðið væl saman og tóktist hava sama leiklutin, sum Fróði Benjaminsen hevur á a-landsliðnum. Tey siga, at tað vóru knappliga sjey hundrað áskoðarar, men eg haldi ikki, at tað vóru so nógvir. At so fá møta upp at stuðla Føroyum ímóti Týsklandi er størsta vónbrotið í dag, heldur Símun Samuelsen.

Føroyski liðformaðurin, Gilli Sørensen, var ikki nøgdur, men hann dugdi at síggja framgongd:

-Vit hittu teir fyri nøkrum árum síðani í U17 kapping. Tá taptu vit 8-0, so sammett við tað úrslitið var hetta munandi betri.

 

 

 

-----

LIÐUGT

0-3

 

Týskararnir spæla bóltin ímillum sín. Teir tykjast ikki serliga áhugaðir í, at nakað skal ganga fyri seg í tíðini, sum er løgd aftrat.

3 minuttir lagdir aftrat.

90) Heðin Klakstein spælir Gilla Sørensen leysan í vinstru, og Gilli spurtar frá týsku mótstøðumonnunum og inn í brotsteigin, har hann verður taklaður akkurát áðrenn hann skal skjóta

88) Nú ræður um at syrgja fyri, at tapið ikki verður størri enn 3-0.

85) Heðin Klakstein tiltuskar føroyska liðnum fríspark dygst uttanfyri brotsteigin.

Gult kort til Leitner. Gilli Sørensen sendir úr 22 metrum bóltin langt upp um málið.

 

84) Pál Mohr Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Ara Ó. Ellingsgaard,

Vitzhum er komin á vøllin í staðin fyri Plattenhardt.

 

 

 

80) 0-3: Bittencourt 80.

Møðin er farin at gera um seg. Eftir verjukiks hevur Bittencourt úr stuttari fjarstøðu økt um leiðsluna til 3-0 eftir innlegg frá Hofmann.

Sørmundur Kalsø hevur avloyst Gunnar Zachariasen.

 

Plattenhardt hevur úr góðari støðu roynt seg við skoti, men bólturin fór enn eina ferð framvið.

Sørmundur Kalsø ger seg kláran at verða skiftur inn.

 

Heðin Klakstein hevur sæð gult fyri fríspark (77).

75) Hóast teir eiga at vera ógvuliga troyttir, so sæst tað ikki á føroysku spælarunum, sum framvegis stríðast fyri søkini. Rógvi Joensen hevur roynt seg við skoti, sum varð blokerað. Týskararnir hava fleiri royndir enn føroyingarnir, men teir eru ikki serliga neyvir.

 

70) Gunnar Zachariasen hevur roynt seg ímóti málinum, men bólturin fór við síðuna av málinum.

689 áskoðarar eru á Tórsvølli í kvøld.

 

 

66)  Gilli Sørensen hevur stórt sjálvsálit og roynir at bjóða av ein móti einum. Tað eydnast viðhvørt, men innleggini eru ikki altíð so neyv, eitt nú júst nú, tá ið hann rakti í hornaflaggið.

Bogi Reinet Petersen sær gult eftir fríspark.

 

63) Týska liðið leggur alsamt størri trýst á. Stórfavorittarnir spæla væl skjótari nú, enn teir gjørdu í 1. Hálvleiki, men teir spæla seg ikki so ofta til upplagdar møguleikar.

Bittencourt avloysirYounes.

 

 

60) Týska liðið ger eisini mistøk. Tað bar við sær, at Ivan Joensen var um reppið at sleppa fram ímóti málinum, men hann varð steðgaður.

Heðin Klakstein loysir liðfelagan í KÍ, Ivan Joensen, av.

 

55) Týska liðið verður snýtt fyri góðan møguleika, tá dómarin bríkslar fyri frísparki ímóti Anders Brixen Vágsheyg. Hann slapp undan at síggja gult.

 

 

53) 0-2: Jonas Hofmann 52.

Áslopsspælarin Jonas Hofmann, sum kom á vøllin beinanvegin eftir steðgin, hevur økt um leiðsluna. Tað gjørdi hann eftir uppspæl úr vinstru og innlegg, sum føroyska verjan í fyrsta umfari megnaði at rudda burtur.

 

 

46) Teir somu ellivu føroysku spælararnir eru komnir á vøllin, sum spældu í 1. hálvleiki. Jonas Hofmann er komin inn beinanvegin eftir steðgin, og Filip Hofmann, stóri álopsspælarin, er ikki komin á vøllin eftir steðgin.

 

---- 

Viðmerkjararnir í Rás2, Helgi L. Petersen og Símun Samuelsen, siga seg vera væl nøgdar við avrikið, sum teir hava sæð føroyska liðið vísa í fyrra hálvleiki.

 

-Teitur hevur verið framúr, og Hørður Askham í miðverjuni hevur verið sera sannførandi. Sum heild hevur talan verið um frálikt liðavrik. Vit skulu minnast til, at hetta eru føroyskir unglingar ímóti komandi týsku heimsstjørnunum. Føroyska liðið hevur brúkt ógvuliga nógva orku. Tí verður tað ivaleyst soleiðis, at fleiri útskiftingar fara at vera í 2. Hálvleiki, rokna viðmerkjararnir báðir, Símun Samuelsen og Helgi L. Petersen, við.

---

Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli, og støðan er 1-0 til Týskland.

 

Bill Jacobsen, annar av venjarunum, á føroyska liðnum, sigur í samrøðu við Rás2, at teir á beinkinum eru nøgdir við støðuna, sum hon er:

 

-Hetta er Føroyar ímóti Týsklandi. Teir hava spælt seg til møguleikar, men teir hava bara skorað eitt mál í einari støðu, tá ið teir ikki áttu at havt skorað. Men soleiðis er tað. Vit hava eisini verið framvið, og vit fótaðu okkum leikliga, tá ið teir vóru komnir framum. Eg rokni við, at vit í 2. Hálvleiki fara at fáa møguleika at fáa mál, og eg havi álit á okkara monnum, at teir fara at fáa størri úrtøku, enn mótstøðumenninir fáa úr teirra møguleikum, sigur Bill Jacobsen.

----

 

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 

45) ein minuttir lagdur aftrat.

40) Tað verður nógv lagt fyri í royndini at varðveita so lítlan mun sum møguligt í 1. hálvleiki. At tað framvegis bara er 1-0 til Týskland er fyrst og fremst málverjanum Teiti M. Gestsson fyri at takka. Hann bjargaði meistarliga væl, tá ið týskararnir royndu seg úr sjey metrum og mitt fyri.

 

35) So var tætt við, men tá ið Volland lyfti bóltin upp um føroyska mállverjan, so varð hann eisini lyftur upp um tvørtræið.

 

30) Føroyska liðið er á ongan hátt niðurspælt, og onkra ferðina er tað um reppið, at tað eydnast at fáa nyttu burturúr, tá ið týsku spælararnir gera mistøk.

 

Men tað er Týskland, sum spælir seg til stóru møguleikarnar, og um Bárður Hansen ikki hevði verið so óførur og tveitti seg niður at blokera, so hevði leiðslan verið tvífaldað.

 

25) Støðan er framvegis 1-0 til Týskland. Hugburðurin á føroyska liðnum er ógvuliga góður, og higartil hava okkara menn staðið seg væl í stríðnum við væl vaksnu og kropliga sterku mótstøðumenninar.

 

20) Týskland er greitt omaná, og luturin hjá føroyska liðnum er longu at hyggja eftir og renna aftaná mótstøðumonnunum. Týska liðið er tilvitað um týdningin av nógvum síðuskiftum, sum eru við til at møða føroysku spælararnar og harvið at gera teir moyrar.

 

15) eftir horna roynir Ari Ellingsgaard seg fyri aðru ferð, men einki fæst burturúr.

 Týskland hevur eisini havt tvey hornaspørk.

 

10) Hóast mál ímóti sær beinanvegin, so leggja føroyingarnir seg ikki niður. Higartil hava teir tiltuskað sær tvey horna.

 

7) 0-1: Leitner 7.

Týska liðið vann bóltin av føroyingunum, sum royndu at mynda álop. Teir gjørdu skjótt av, og úr brotsteiginum í høgru sendi Leitner bóltin flatt í handara síðunetið.

 

 

5) Føroyar leggja bragdliga fyri, og longu í fyrsta minutti tiltuskaðu heimamenninir sær hornaspark. Tað spurdist einki burturúr.

 

 

Tað er dýrdarveður kring alt landið, og harvið eru líkindini av teimum bestu at spæla fótbólt í Gundadali, har føroyska U21 liðið á Tórsvølli hevur vitjan av týsku stjørnunum.

Tað hevur verið vónað og heitt á áhugað um at møta upp og at stuðla føroyska liðið, men tað hevur ikki víst seg at rinið við, tí tað eru ikki so nógv á áskoðaraplássunum, sum tað frammanundan varð vónað.

 

Føroyar-Týskland U21 kl. 19.45

Føroyar: Teitur M. Gestsson - Bárður Hansen, Andras Brixen Vágsheyg, Hørður Askham, Beinir Ellefsen - Rógvi Joensen, Bogi Reinert Petersen - Ari Ellingsgaard, Ivan Joensen, Gilli Sørensen - Gunnar Zachariassen

Týskland: Leno – Durm, Plattenhardt, Ginter, Mustafi, Goretzka, Leitner, Younes, Yildirim, Volland, Hofmann