Beint í hjartað á havnarfólki

Fjølbroytti og gávaði listamaðurin Høgni Larsen hevur givið út mappu við 45 akvarellum, ið hann hevur teknað seinastu 20 árini

 

Listaverk og jólagávur



Eingin ivi er um, at nógvar eru jólagávurnar at velja millum í hesum døgum. Men ein teirra, sum neyvan nakar ivi er um er sera hent hjá í hvussu er teimum, sum eru uppvaksin í Havnini, og sum er ein gáva fyri lívið og fyri eftirtíðina, eru akvarellirnar ? vatnlitstekningarnar ? hjá havnamanninum Høgna W. Larsen við heitinum ?Havnarmyndir?. Tað hesin djarvi og ágrýtni listarmaðurin hevur lagt úr hondum, er nakað heilt serstakt og helst eindømi í føroyskari listasøgu: listaverkið fevnir um ikki færri enn 45 vatnlitsmyndir í mappu saman við áhugaverdum og undirbyggjandi teksti. Fyri havnarfólk er hetta ein sannur dýrgripur, tí listamaðurin, ið sjálvur hevur reikað runt havnargøtur í eitt mannaminni, hevur gjørt gøtur og býlingar í Havnini livandi við sínum litríka pensli, soleiðis at øll kenna seg aftur ? onkunstaðni ella allastaðni.


Høgni hevur teknað og málað alt sítt lív og eru tey nærum hálvthundað listaverkini gjørd í eitt 20 ára skeið, frá 1982 til í dag. ?Eg havi ætlað hetta so leingi og vóni sjálvandi, at serstakliga havnarfólk fara at taka væl undir við hesum sigur Høgni, sum ongantíð fer hálvur men altíð heilur til verka og sum man teljast millum okkara frægastu og mest fjølbroyttu listafólk.


Listagávurnar hevur hann nógvar og fjølbroyttar eisini. Hann er útbúgvin arkitektur og tað er m.a. í hesum arbeiði, at hann hevur gjørt um seg og neglt sín navn so rimmarfast í føroysku kirkjusøguna við at hava teknað vøkru Fríðrikskirkjuna á Nesi og lutvíst tilevnað alt, sum í kirkjuni er, líka frá stakum, lampum til altar og altartalvu.


Við mappuni ?Havnarmyndir? hevur listamaðurin tikið eitt rættiliga óvanligt stig, og tað er at seta tekst til fleiri av tekingunum. Fyri at gera tað eins livandi og tekningarnar hevur hann prátað við fleiri tilkomin havnarfólk og burtur úr tí umrøtt einar 11 av gøtumyndunum í býnum, her serstakliga gamlar og søguliga gøtumyndir, ið allar eru so sprenfullar av søgu og minnum.


Í innganginum skrivar listamaðurin m.a. ?Enn eiga vit fleiri vakrar gøtur í Havnini, sum kanska um nøkur fá ár eru farnar í søguna. Tað, sum eyðkennir hesar gøtur og ger tær livandi og spennandi, er fyrst og fremst allir litirnir og í góðum sólarljósi skuggaspælið á húsaveggjum og á smølu vegunum. Eisini í kava eru tær hugnaligar og vakrar. Eitt serligt eyðkenni eru vøkru gomlu trøini í smáu urtagørðunum. Tað, ið myndað/skapað hevur hesar gøtur eru tey fólk, ið bygt og búð hava í teimum.? Høgni Larsen hevur gjørt sær tann ómak at seta fleiri kendum og gomlum havnarfólkum stevnu fyri at fáa tey at fortelja livandi frá hesum gøtum. Tey eru Hjørdis Háberg, Sverre Trónd Hansen, Johan Norðfoss, Jákup Lindenskov, Haldor Christiansen og Ása Michelsen. Við øðrum orðum er her talan um eina livandi og spennnandi samanrenning millum listamannin, gøtumyndirnar og frásøgufólkini. Avgjørt ein nýhugsan í listaligum høpi og nakað, sum er vert at geva gætur og sum uttan iva kann vera til íblástur hjá øðrum listafólkum.


Mappan við Havnarmyndum fæst nú í bókasølunum kring landið. Tú kanst velja at keypa eina mappu við 5 tekningum fyri 625 kr. ella velja t.d. eina mappu við øllum 45 tekningunum fyri 5000 kr.