Beinta verður ráðgevi

1. juni fer kringvarpskvinnan Beinta Løwe Jacobsen í nýtt starv.


Beinta fer í Starvsmannafelagið, har hon skal ráðgeva í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar, kunningararbeiði og aðrar uppgávur.


Talan er tó bara um farloyvisstarv frá 1. juni og árið út.


- Eg søkti, tí eg hevði hug at royna okkurt annað, sigur Beinta Løwe Jacobsen við portalin.

Beinta hevur fingið farloyvi úr Kringvarpinum hesar sjey mánaðirnar.