Belford Dolpfin skal bora næsta ár

Tað er nú avgjørt, at nýggja og framkomna boriskipið Belford Dolphin hjá norska reiðaríinum Fred Olsen Energy skal bora 4. brunnin á føroyska landgrunninum - fyri Agip og Føroya Kolvetni í juni næsta ár.

Oljuleiting


Gjørt er sokallað "letter of intent". Boriskipið borar í løtuni fyri Petrobras í Brasilia. Sambart fjølmiðlastovninum "Eye on Energy" er gjørdur fyribilssáttmáli fyri 60 daga boring fyri væl oman fyri 150 mill. kr. Norska felagið eigur 8 stórar boripallar og hetta eina boriskipið, sum kunnu bora á sera djúpum vatni. Í hesum mánaðinum verður annars farið undir kanningar á havbotninum sum seinasta fyrireiking til sjálva boringina.