Belgia brendi og brendi – og brendi

HM 2022: Marokko og Kroatia eru víðari úr bólki F, og Belgia kann bara takka sær sjálvum, at teir ikki eru víðari

Mynd: (Scanpix) Romelu Lukaku hevur júst brent ein av stóru møguleikunum

Tað bleiv málleyst millum Kroatia og Belgia. Tað var ein stórur sigur fyri Kroatia, sum saman við Marokko er víðari úr bólki F. Marokko vann bólkin við sigri á Kanada.

 

Kroatia – Belgia 0-0 (0-0)

 

Kanada – Marokko 1-2 (1-2)

 

0-1 H. Ziyech, 4

 

0-2 Y. En-Nesyri, 23

 

1-2 N. Aguerd, 40 sjálvmál

 

Marokko greiddi sína skyldu longu í fyrra hálvleiki. Hakim Ziyech skoraði longu aftaná fýra minuttir, tá hann fekk ein jólagávu frá kanadiska málverjanum, ið trillaði bóltin fyri føturnar á honum. Youssef En-Nesyri økti til 2-0, áðrenn Nayef Aguerd gjørdi sjálvmál.

 

Belgia skuldi vinna á Kroatia, fyri at koma víðari. Belgia hevur verið fyri nógvum atfinningum, og tað verður skrivað nógv um innanhýsis ósemjur í hópinum. Belgia kundi tó havt vunnið dystin, um Romelu Lukaku bara vendi rætta veg einaferð.

 

Innskifti áleyparin skal ikki hava alla skyldina, tí hann kom hóast alt í støðurnar, men tað gekk illa at umsett til mál. Kroatia mundi helst í fleiri førum halda ondini, meðan Romelu Lukaku stríddist við at fáa bóltin í málið.

 

Tað var kanska meira hepni enn nakað annað, at dysturin endaði við málleysum javneliki. Tað merkir, at Kroatia er víðar sum nummar tvey. Bólkur F verður paraður við bólk E, sum verður avgreiddur í kvøld.

 

Bólkur F:

 

1: Marokko 7

 

2: Kroatia 5

 

3: Belgia 4

 

4: Kanada 0

 

Mynd: (Scanpix) Romelu Lukaku hevur júst brent ein av stóru møguleikunum