Belgiski ákærumyndugleikin upplýsir, at motivið fyri morðið á tveir sviar í Brússel var tjóðskapurin hjá ofrunum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Ákærumyndugleikin upplýsir víðari, at ein persónur var særdur í álopinum.
Tann mistonkti er enn leysur.
Sambært ákærumyndugleikanum segði álopsmaðurin, at hann hevði fingið íblástur frá Islamiskum Stati.
Higartil er einki tekin um, at hendingin hevur samband við stríðið millum Ísrael og Hamas, sigur ákærumyndugleikin.
Hendingin var sambært løgreglukeldum á Palace Sainctelette stutt eftir klokkan 19.
Sambært einum belgiskum blað hendi tað, tá ein maður í appelsingulum jakka fór at skjóta og eftir øllum at døma rópti »Allahu Akbar«, sum merkir, at »Gud er stórur« á arabiskum, tá hann steig av skotara sínum og skeyt í ymsar ættir.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, segði í dag undir eini vitjan í Albania, at Belgia »var rakt av einum islamistiskum yvirgangsálopi aftur«.
– Evropa er skelkað, segði hann.
Formaðurin í ES nevndini, Ursula von der Leyen, hevur fordømt drápið á sosiala miðlinum X:
– Í kvøld eru tankar mínir við familjunum hjá teimum báðum ofrunum fyri hetta andstyggiliga álop í Brússel. Vit standa saman ímóti yvirgangi.
Teir náddu at spæla fyrra hálvleik av dystinum, áðrenn Evropiska Fótbóltssambandi, Uefa, seinni um kvøldið boðaði frá, at dyestuin ikki varð spældur liðugur mánadagin.
/ritzau/