Belgia skal hava nýggjan venjara

Næstbesta landsliðið í heiminum, um man góðtekur styrkislistan hjá FIFA, søkir nú nýggjan landsliðsvenjara. Belgiska fótbóltssambandið upplýsir nevniliga í dag, at sáttmálin við Marc Wilmots ikki verður longdur.


Tað hendir tvær vikur eftir, at Belgia tapti 3-1 móti Wales í fjórðingsfinaluni í EM í Fraklandi. Stórar vónir vóru til, at Belgia fór at gera ein vørr til EM, og hóast nógv stór lið fara úr eini fjórðingsfinala, so verður tað ikki mett at vera nøktandi fyri Belgia.


- Vit kláraðu ikki málið fyri EM. Vit hava brúk fyri nýggjum mátti, er harði dómurin frá Francois de Keersmaecker, formanninum fyri belgiska fótbóltssambandinum.


Marc Wilmots stóð á odda fyri Belgia í fýra ár.