U 19 LANDSLIÐIÐ
U 19 fótbóltslandsliðið legði mikudagin rygg til 7-1 tap, tá ið Føroyar spældi fyrsta av trimum undankappingardystum, sum eru á skránni í hesi vikuni. Í dag klokkan 13 er Ungarn mótstøðuliðið, og sunnudagin er Svøríki á skránni. Mikukvøldið vann Svøríki 3-1 á Ungarn, sum í steðginum var á odda 1-0.
- Vit sóu Svøríki og Ungarn. Belgia hevði fínt lið, og hini bæði stóðu einki aftanfyri, staðfestir Karl Vidtfeldt, sum er ferðaleiðari í Svøríki.
Allir teir føroysku dreingirnir uttan ein eru føddir í 1988. Á belgiska liðnum vóru allir frá 1987.
- Undan dystarbyrjan vórðu vit spurdir, um dómaraseðilin var rætt skrivaður. Teir undraðust á, at vit nýttu yngra og ikki eldra árgangin. Vit søgdu teimum so, hvat grundarlagið í Føroyum er sammett við tað hjá mótstøðulondunum. Okkara venjarar hava valt at dúva upp á liðið, sum í fjør stóð seg so væl í U 17 kappingini. Vónandi er hetta góð íløga, men tað sást á spælarunum, at okkara eru yngri enn hinir, sigur Karl Vidtfeldt.
Gamla søgan um at mistøkini kosta nógv í altjóða høpi varð enn eina ferð rudduliga staðfest. Belgia fekk fyrsta hornasparkið, tá ið eitt korter var farið, og tað bar mál við sær. Tríggjar minuttir seinni bar mistak í vinstru mál við sær, og ein minutt undan steðginum endaði bólttap frammi á vøllinum við belgiskum skjótálopi og 3-0 málinum.
Belgia økti til 4-0 í 57. minutti. Høgt innlegg varð stútað í málið. Í 61. minutti svaraðu Føroyar aftur. Levi Hanssen var fyrri á innleggi frá Kristoffur Jacobsen, eftir at Ólavur í Ólavsstovu hevði lagt í høgra borð. Trý tey síðstu málini vórðu skorað í 64., 75. og 85. minutti.
Føroyar høvdu tvær aðrar góðar royndir umframt málið. Innskifti Andreas Lava Olsen brast eftir gjøgnumbrot saman við málverjanum, meðan bólturin dansaði í málteiginum, og Einar Hansen hevði gott fríspark.
Føroyar-Belgia 1-7 (0-3)
1-4: Levi Hanssen 61.
Føroyar: Trúgvi Askham, FSV04 Pætur Jørgensen, OB, Einar Hansen, NSÍ, Jóhan Troest Davidsen, Everton, Niclas Eysturoy, HB (Poul Thomas Dam, HB, 70.) Kristoffur Jacobsen, KÍ, Bogi Løkin, NSÍ (Andreas Lava Olsen, 53.), Ólavur í Ólavstovu, FSV04 (Gunnar H. Haraldsen, Fram, 70.), Jóhan V. Gunnarsson, B36 Christian R. Mouritsen, Manchester City Levi Hanssen, B36
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rógvi Ryggshamar, LÍF, Sam Jacobsen, GÍ, Frank Poulsen, ÍF og Per Heinason, SÍ. Venjarar eru Bill Jacobsen og Heðin Askham. Thom Jacobsen er liðleiðari, Brian Jensen fysioterapeutur og Karl Vidtfeldt er ferðaleiðari.