Bendar Spónir

Bólkurin Bendar Spónir er áhugaverdur og verður spennandi at fylgja framyvir

Inni í Margarinfabrikkini fóru Bendar Spónir á pallin. Unglingar, ið eiga framtíðina, og tað ljóðar veruliga, sum her er nakað at koma eftir, tí hesir spældu droymandi rocktónleik, har eisini ljómborðs og aðrar hátøknisfinessir fingu rúm, uttan tó at doyva sjálvt spælið. til tíðir var hetta mest sum eitt bland millum Doors og Pink Floyd. Mest droymandi og vælljóðandi, men so kom eisini swing og ferð á viðhvørt.