Bendtner bjargaði Arsenal

Tað stóð einki til hjá Arsenal, tá teir í gjárkvøldið vóru aftan fyri 2-0 í dystinum móti belgiska Standard Liege. Danska Nicklas Bendtner tendraði tó vónina hjá London-liðnum, tá hann beint undan steðginum minkaði til 2-1, og so kom Arsenal ígongd. Eftir steðgin settu teir seg tungt á dystin, og við málum frá Vermaelens og Eduardo eydnaðist tað at toga ein tepran 3-2 sigur heim. Í hinum dystinum í bólkuinum vann Olympiakos 1-0 á heimavølli móti hollendska AZ Alkmaar.