Danski álopsspælarin Nicklas Bendtner skoraði sigursmálið, tá ið Arsenal um vikuskiftið eftir stórt stríð vann á Bolton. Venjarin hjá Arsenal rósar nú Bendtner fyri avrikið.
- Hetta var ikki hansara besti dystur, men nú tykist tað, sum hann rættiliga er komin fyri seg aftur eftir eina trupla tíð við smáskaðum. Hann er nærlagdur undir venjing, og nú skoraði hann aftur, sigur Arsene Wenger.