Ráðharrin hevur tað samband við Føroyar, at ein forfaðir hansara, Petur, var beiggi Jón Effersøe, sum var tann fyrsti av hesi ættini í Føroyum. Hann hevði undan vitjanina ynskt at fáa meira at vita um sína føroyska ætt.
Jørgen helt, at tað skuldi verið ráð fyri tí. Tískil var skipað fyri eini samkomu í sunnudagin, har Óli Jacobsen, sum hevur skrivað nógv um Effersøe ættina í Sosialinum í Miðvikuni og røðini Hendur ið Sleptu, greiddi ráðharranum frá stórt sæð tí, sum kundi greiðast frá um hesa hansara ætt. Samstundis fekk hann ein hóp av tilfari um ættina.
Síðan var vitjað í 300 ára gomlu Mettustovu, sum Effersøeættin átti, og har hon búði í mong ár. Aftaná var farið í gamla kirkjugarð á Svínaryggi, har Bjarni vitjaði gravirnar hjá teimum av ættini, sum eru jarðað har.
Tískil er Bjarni Benediktsson farin aftur til Íslands við munandi størri kunnleika um sína ættarsøgu enn hann hevði frammanundan.
á myndini síggja vit Bjarna Benediktsson við grøvina hjá skyldmanni sínum Rasmus Effersøe.