Benitez hevði nýrastein

Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, var ikki við til dystin ímóti Arsenal um vikuskiftið. Orsøkin var, at Benitez ikki var komin heilt fyri seg aftur eftir eina skurðviðgerð. Benitez hevur havt nýrastein og var lagdur undir skurð í farnu viku. Hjálparvenjarin Sammy Lee hevur havt ábyrgdina av venjingini síðani, og hann leiddi eisini Liverpool undir dystinum ímóti Arsenal í gjár, sum endaði við javnleiki 1-1.