TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj og hoyr tað, sum Rafael Benitez segði í sjónvarpsstudionum hjá BT Sports í Bretlandi mikukvøldið.
Benitez var gestur og viðmerkjari hjá Gary Lineker í samband við, at dysturin í Champions League millum AS Roma og Real Madrid var vístur.
Benitez duldi ikki hvussu vónbrotin hann er um ikki at fáa ein veruligan møguleika frá forsetanum hjá Real Madrid, Florentino Perez, sum skiftir venjarar, sum onnur skifta hosur. Benitez heldur, at hann og spælararnir høvdu gjørt tað gott í Champions League kappingini, og hann skuldi heldur verið við síðulinjuna í Róm enn at sita í studio saman við Michael Owen og Rio Ferdinand og gera viðmerkingar til dystin. Benitez heldur tað verða langt úti, at hann, Camacho, Del Bosque, Pellegrini, Mourinho, Pellegrini og Ancelotti o.a. verða uppsagdir, sum høvuðsvenjarar hjá Real Madrid, um bara eitt sindur av mótgongd er.
Benitez heldur Florentino Perez verða ein góðan forrætningsmann, men tað knípur við tí ítróttarliga skilinum hjá Real Madrid forsetanum.