Benjamin er nú kórleiðari hjá Ljómi

Í kvøld kl. 19 fer Kirkjukórið Ljómur undir at venja heystskránna. Eftir fleiri ár við skiftandi kórleiðarum hevur kórið nú fingið ein nýggjan kórleiðara, Benjamin Gaasedal, at stjórna kórinum. Benjamin hevur drúgvar royndir m.a. frá Húsakórinum og MPIRI í Keypmannahavn og fleiri kórum, sum hann hevur stjórnað.

 

Hetta veit Suðurrás at siga.

 

Í Ljómi vóna tey at síggja nýggj andlit og hoyra nýggjar røddir mánakvøldið 13. septembur kl. 19 í Vágs kirkju.

 

Eftir drúgva tíð við korona og sóttarhaldum er tað heilsubót fyri sál og likam at koma saman aftur at syngja, frættist frá Ljómi.

 

Kirkjukórið Ljómur er gamalt kór, stovnsett í 1939, og er staðsett í Vági, men kórsangarar úr allari Suðuroynni syngja við kórinum.