Í vikuni vitjaði Benjamin Jacobsen heima í Føroyum. Hann er annars búsitandi við familju síni í Kalifornia í USA, har hann hevur eitt spennandi starv á granskingarstovninum Lawrence Livermore National Laboratory, ið undir Kalda krígnum var kent fyri at menna kjarnorkuvápn.
Benjamin Jacobsen granskar tilfar frá rúmdarsteinum fyri at finna nýggjar upplýsingar um upprunan til okkara sólskipan.
- Hetta ljóðar sum eitt heilt øðrvísi arbeiði, men mín arbeiðsdagur er ikki so nógv øðrvísi enn tann, sum onnur fólk hava. Eg fari til arbeiðis, havi ymsar uppgávur at loysa, skal á onkrar fundir, skal loysa onkrar trupulleikar við royndartólinum og so víðari. Men sjálvandi arbeiða vit eisini á einum høgum akademiskum stigi við okkara kanningum, sigur Benjamin Jacobsen við Sosialin um vikuskiftið.
Samrøðan við Benjamin Jacobsen kann lesast í Sosialinum, sum kom út í gjár, og har ber til at fáa meira at vita um starvið hjá Benjamin og hvussu hann umvegis skúla í Klaksvík fekk áhuga fyri hægri lesnaði.