Ungi Benjamin Heinesen fer seint at gloyma dystin ímóti NSÌ í dag, tá hann saman við liðfeløgunum í B36 vann 3-1 á runavíkingum á ovara vølli í Gundadali.
Ì 81. minutti stútaði Benjamin Heinesen B36 á sigurskós, tá hann skoraði til 2-1. Ungi B36-arin krediterar liðfelagan, Símun Joensen, sum bað hann fari í posisjónina, sum gjørdi tað møguligt hjá Benjamin at skora sítt fyrsta mál fyri B36 í effodeildini.
- Eg rann út ímóti hornaflagginum, og eg hoppi og dansaði. Hetta var fantastiskt, segði Benjamin Heinesen við Sportalin aftaná dystin.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðuna, sum Sportalurin gjørdi við Benjamin Heinesen beint aftaná dystin millum B36 og NSÍ.