24 ára gamli tónleikarin Benjamin Petersen úr Gøtu hevur fingið eitt lag við á eina fløgu, sum liggur í næstu útgávuni av Rolling Stone Magazine, sum kemur út í Týsklandi. Hetta veit Útvarpið hjá Kringvarpinum at siga.
Tað er lagið Inner Beast av fløguni Ghost With Skin, sum kemur við á fløguna New Noises Volume 115, ið altso kemur út saman við næstu útgávuni av nógv lisna tónleikablaðnum. Týska útgávan av Rolling Stone Magazine verður prentað í 60.000 eintøkum, og við Útvarpið segði Benjamin Petersen, at hann vónaði, at hetta fór at hava við sær, at tað verður lættari hjá honum at fáa fótin fyri seg á týska marknaðinum, sum er heimsins triðstørsti.
Benjamin fer annars á konsertferð í Týsklandi í næstum, har hann skal spæla fimm konsertir í døgunum 6.-10. mai, men áðrenn tað eru tvær konsertir í Danmark á skránni. 3. mai spælir hann á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, og dagin eftir spælir hann á Spot festivalinum í Århus.
Mynd: Eyðun Müller Thomsen.