Benny er fuglfirðingur, sonur Lenu, f. Midjord, og Steingrím Samuelsen, sýðslumann. Hann arbeiddi á Dimmalætting, frá tí at hann sum 14 ára gamal kom í læru sum prentari, til hann legði frá sær fyri aldur 67 ára gamal. Hann kom í leiðsluna á blaðnum í 1971 og gjørdist blaðstjóri í 1981, tá Georg L.Samuelsen legði frá sær fyri aldur. Hann var blaðstjóri á Dimmalætting til 1995.
Benny var nevndarlimur í Húsalánsgrunninum í fleiri ár. Hann hevur spælt nógv sjónleik, verið við í fleiri útvarpsleikum og lisið skald- og stuttsøgur upp í útvarpinum. Hann spælir nógv bridge, og er hann hvørt ár við í haruskjótingini og er ein av okkara mest royndu harumonnum.
Benny giftist við Dúdduni, f. Petersen, úr Kollafirði, tey fingu børnini: Lindu, Andras og Steingrím. Dúddan doyði í 1992. Seinnu árini hevur Benny røkt starvið sum formaður í partafelagnum Dimmalætting.