Bensin ella benzin? Sigarett ella cigarett?

Í sambandi við at tað er í umrøðu at broyta stavrað okkara, fari eg at loyva mær at koma við nøkrum viðmerkingum. Vit sleppa sum kunnugt ikki undan at nýta aðrar stavir, tá ið vit skriva ávís útlendsk fólkanøvn, staðarnøvn o.a.tíl., men í mong ár hevur verið siðvenja at taka fremmandaorð og tøkuorð inn í okkara mál við at laga tey til okkara egna stavrað.

Eitt nú við at seta s í staðin fyri c, t.d. djús, sigarett, sigar, sirkus, sosiologi, við at seta s fyri z, t.d. bensin, blits, bronsa, ensym, oson, pitsa, sebra, sink, Sveis, við at seta ks fyri x, t.d. : faks, Meksiko, saksofon, við at seta j fyri útlendskt y fremst í orði, t.d.: joga, jogurt og við at seta v í staðin fyri w, t.d.: bovla, vesi, vinarbreyð, vist o.s.fr. Tað er ein ørgrynna av slíkum orðum í málinum.

 

Tískil fari eg at vísa á, at verður stavraðið broytt, so má støða takast til, um henda siðvenja skal halda fram ella ikki. Hevur Sjúrður Skaale hugsað um hetta? Hvør støða enn verður tikin, so má vera heilt greitt, hvussu tøkuorð og fremmandaorð skulu stavast, og boðskapurin má koma heilt greiður út til fólk. Annars er stórur vandi fyri, at øll fara at skriva hvør í sínum lagi. Tað eru tó óivað mong, ið halda tað vera lættari, men her má fyrivarni havast. Tí tað er neyðugt hjá okkum – eins og øllum, ið hava eitt framkomið regluskipað skriftmál – at hava eina reglu ella ein leist at halda okkum til, t.e. 1) hvussu stavast eitt ávíst orð? 2) hvat merkir eitt ávíst orð? 3) hvussu bendist eitt ávíst orð? 3) hvat er tað orðfeingi, ið vit skulu nýta? 4) hvat er rættur føroyskur setningsbygnaður? Her mugu orðabøkur, rættstavarar og mállærur vera samdar, so tað ber til at fáa eitt greitt og eintýðugt svar hjá øllum, ið skriva. Harumframt er neyðugt, at Málnevndin hevur eina greiða støðu hesum viðvíkjandi og gongur á odda við at fáa henda boðskap út. Fólk mugu fáa at vita, hvat er góður málburður ella ikki, hvussu eitt orð verður stavsett rætt og hvussu tað bendist. Fólk, ið ynskja málsliga leiðbeining, mugu fáa eitt greitt og eintýðugt svar, ið er í samsvari við orðabøkur og annars ta regluskipan, ið er galdandi. Vit kunnu ikki skriva hvør í sínum lagi. Tað verður heldur ikki gjørt í okkara grannalondum.

 

Tí er neyðugt at hugsa um, hvørjar avleiðingar tað fer at hava, um stavraðið verður broytt. Tað ber ikki til at seta nakað í gongd uttan at hugsa um avleiðingarnar. Verður stavraðið broytt, mugu tey, ið taka hesa avgerð, eisini duga at skilja, at setast má út í kortið, um haldast skal fast í hesa siðvenju – at laga fremmandaorð og tøkuorð til okkara stavrað ella ikki. Og harumframt má støða takast til, um tey orð, ið longu verða skrivað við okkara egnu stavum, skulu broytast, so tað er í lagi at skriva sigarett og sirkus við c, bensin við z o.s.fr. Her er best at hava eina ávísa stavseting og ikki valfría stavseting, tí tað ørkymlar meira enn hjálpir fólki at stava.

 

Tað slepst ikki undan, at tað fer at fáa avleiðingar fyri okkara skriftmál, um stavraðið verður broytt. Tað er umráðandi at fáa at vita, um nakar hevur gjørt sær greitt, hvussu umfatandi hesar avleiðingar vera – ikki minst fyri tey, ið rættlesa, týða o.a. Tí tað ber ikki til at gera málsligt arbeiði til lítar, um eingin føst regla er. Heldur ikki ber til hjá lærarum og teimum, ið hava ábyrgd av at læra onnur okkara mál, at undirvísa í føroyskum, uttan at vita, hvussu orðini í okkara máli skulu stavsetast. Heldur ikki ber til at geva bøkur o.a. tilfar út, um eingin greið regla er. Ein stovnur undir landinum er Føroya Skúlabókagrunnur. Hesin stovnur hevur við Heimsatlasinum latið øll heimsins lond í føroyskan málbúna, og hetta atlas verður nýtt í øllum skúlum, umframt at hetta snið á nøvnunum nú verður nýtt sum leistur fyri, hvussu lond o.a. stavast á føroyskum. Skal hetta arbeiðið nú fara fyri skeytið, tí aðrir stavir skulu nýtast? Hetta er ið hvussu so er neyðugt at taka støðu til.

 

Eitt annað, ið eisini hevur týdning: Sum nú er, er tað trupult hjá nógvum at stava og benda rætt. Kann henda broyting ikki virka til tað verra? Tí hetta kann uttan iva ørkymla uppaftur meira. Tey ungu kenna ofta útlendsku orðini betur enn okkara egnu, tí tey lesa so nógv á øðrum málum. Eg meti, at hetta er tað øvuta av tí, ið teimum tørvar. Tað er heldur leiðbeining, ið teimum tørvar.

 

Tað kann eisini sigast soleiðis: Skulu vit føroyingar varðveita okkara mál við teimum sereyðkennum, sum tað hevur, ella skulu vit bara sleppa endanum og alheimsgera okkara skriftmál?

 

Tað er ið hvussu so er neyðugt at hava áður umrødda spurning í huga, áðrenn støða verður tikin.

 

PS At navnalógin er í samsvari við okkara stavrað er eyðvitað.